Strandfaraskip Landsins
Útgivið
4. juni 2025
Útgongur
22. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Strandferðslan søkir eftir einum dekkara til Smyril at byrja í starvi 1. september 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fast fulltíðarstarv.

Dagliga farleiðin hjá Smyrli er Tvøroyri - Tórshavn. Arbeiðstíðin er ein vika umborð og ein vika frí. Harumframt hevur tú rætt til 6 vikur av feriu.

Arbeiðsuppgávurnar hjá dekkaranum eru í høvuðsheitum at syrgja fyri trygdini umborð, halda reinførið á dekkinum og á brúnni, umframt at røkja fast og fyrifallandi viðlíkahaldsarbeiði.

Ein onnur høvuðsuppgáva er á- og avskipan av farmi og akførum. Hetta er koyring við trukki, sleipara, bilum, trailarum og lastbilum.

Annars vænta vit at tú hevur góðan røkjuskap, kann arbeiða sjálvstøðugt, og dugir væl at samskifta og samstarva við tínir starvsfelagar. Vit vænta eisini at tú ert fyrikomandi og fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum.
 
Førleikakrøv:

  • Fulltikin dekkari STCW reg. II/5
  • Heilsuváttan (bláabók)
  • Trygdarskeið fyri sjófólk STCW A-VI/1-1, A-VI/1-3, A-VI/1-4 og A-VI/6-1
  • Eldsløkking umborð skipi STCW A-VI/1-2
  • Bátaføraraskeið STCW A-VI/2-1

Tað er fyrimunur at hava skeiðið skjóttsiglandi bjargingarbátur (FRB) STCW A-VI/2-2, koyrikort til lastbil, sleipara og trukk, men ikki krav.

Setan og Løn
Setanartreytir og løn verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, og er lønt eftir 6. lønarflokki + 1 stig.

Umsóknarfreist er 22. juni 2025.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til yvirstýrimannin á Smyrli, á teldupost: smyril.yvirstyrimadur@ssl.fo

Leinkja til starvslýsing er her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Endamálið við Strandferðsluni, sum er ásett við lóg, er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL virkar við spjøddum virksemi kring landið allar dagar í árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur í dag tilsamans 30 farleiðir - 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir. Til at røkja hesar 30 farleiðirnar eru átta ferjur og 48 bussar. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Í 2024 verða tølini ávikavist 230 túsund og 62 túsund lægri, tí sjóvegis Sandoyarleiðin fellir út. Nýggj landvegis farleið er sett á stovn í samband við undirsjóvartunnilin. Starvsfólkahópurin hjá Strandferðlsuni er umleið 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið