Lýsing
Stuðulsfólk til 19 ára gamlan drong, sum gongur á Miðnámi á Kambsdali
Um starvið
Talan er um stuðulsstarv ein dag vikuna eftir nærri avtalu í einum samstarvi millum
Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið. Annar stuðul er í starvi 4 dagar um vikuna.
Arbeitt verður skúladagar frá klokkan 7.30 til klokkan 16.00, ella til skúlin er liðugur.
Uppmøtingarstaðurin er úti á Nesi í Eysturoy og arbeiðsdagurin endar sama stað.
Stuðulstímar aftaná skúlatíð verða avtalaðir millum drongin og stuðulin.
Arbeiðsuppgávurnar
Talan er um ein 19 ára gamlan drong við rørslutarni, sum gongur á Náttúrubreyt á
Kambsdali. Arbeiðsuppgávan er at koyra drongin í skúla og heim aftur eftir skúlatíð og at
vera um drongin í skúlanum at hjálpa og stuðla í praktiskum og persónligum
viðurskiftum, so næmingurin kann hava møguleika at vera í skúla saman við flokkinum.
Tað snýr m.a. seg um viðurskifti í samband við samskifti, gera klárt til
undirvísingartímarnar og flutning. Tú ert um næmingin gjøgnum dagin í tann mun, tað er
neyðugt, men ert tøkur alla skúladagin eftir tørvi.
Harumframt kann uppgávan fevna um at vera stuðul nakrar tímar í frítíðini. Møguleiki er
eisini at taka vikuskiftisvaktir fyri Almannaverkið. Hetta verður skipað eftir nærri avtalu.
Førleikar/væntanir
Neyðugt er ikki við einari ávísari útbúgving, men tað er týdningarmikið, at “relatiónin”
millum teg og drongin er góð. Vit vænta, at tú evnar og tímir eitt arbeiði, har tú ert sera
tætt at einum øðrum menniskja.
Vit vænta, at tú hevur eitt lætt lyndi, og at lagið er gott. Um tú hevur staðið
miðnámsútbúgving fyri ikki so langari tíð síðan, og ert kendur við umhvørvið, kann tað
møguliga vera ein fyrimunur fyri at fáa starvið. Væntað verður, at tú ert kropsliga og
sálarliga væl fyri.
Til dagligt kemur stuðulin at arbeiða tætt saman við dronginum. Stuðulsfólkini koma
eisini sínámillum at hava møguleika at samskifta og sparra um stuðulsuppgávuna, og
eisini verður møguleiki at samskifta við leiðara í eindini, tá tørvur er á tí.
Fyri at fáa starvið er neyðugt at hava koyrikort til persónbil.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður sett í einum samstarvi millum Miðnám á Kambsdali og Almannaverkið,
soleiðis at alt virksemi í skúlatíðini er starv á skúlanum, har tann, ið settur verður er
partur av starvshópi skúlans, með an koyring til og frá skúla og virksemi uttanfyri skúlatíð
er undir Almannaverkinum við tæastu í løtuni í Trivnaðardeplinum í eindini Likamligt
brek. Tann, ið sett/-ur verður, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða
umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag við setan
frá miðjum februar.
Freist
Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi á ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi
26.01.2025 kl. 23.00.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Óla Wolles, útbúgvingarleiðara,
tlf. 742031, viðvíkjandi skúlapartinum ella til Súsannu Crooks, leiðara, telefon 297558,
viðvíkjandi uppgávunum undir Almannaverkinum.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At verða um ein 19 ára gamlan rørslutarnaðan drong, at fylgja honum í skúla og hjálpa
honum við praktiskum tingum.
Útbúgving og almenn krøv
Koyrikort til persónbil og kropsliga og sálarliga væl fyri. Góðir sosialir førleikar