Útgivið
12. maj 2022
Útgongur
26. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Stuðulsstørv í Runavíkar kommunuskúla

Søkt verður eftir 9 námsfrøðiligum stuðlum til skúlaárið 2022/2023.

  • 4 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 í skúlanum á 880 árstímar (lønarbrot 0,5). Eitt av størvunum er vegna farloyvi. Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi í flokkunum.
  • 5 tíðaravmarkað størv skúlaárið 2022/23 í sertoyminum
    • 4 størv á 1320 árstímar (lønarbrot 0,85) Tvey av størvunum eru vegna farloyvi.
    • 1 starv á 880 árstímar (lønarbrot 0,5)

Í sjálvstýrandi toymi er uppgávan at ráðleggja, gjøgnumføra og eftirmeta skúladagin hjá næmingunum. Undirvíst verður útfrá einstaklingalæruætlanum.

Søkt verður eftir starvsfólki, sum :

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
  • duga væl at samstarva og samskifta
  • eru fús og hugað fyri toymisarbeiði
  • eru rúmlig og hava ein jaligan hugburð mótvegin næmingunum
  • vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin

Fyrimunur er, um umsøkjarin er námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul.

Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla.

Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Námsfrøðiligu stuðulsstørvini eru sáttmálasett størv sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Námsfrøðingarnir eru løntir í lønarflokki 11-22
Hjálparfólkini eru lønt í lønarflokki 3-9.

Arbeiðstíðin er millum kl. 7.50 – 15.10.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2022 kl. 12.00

Meira fæst at vita um størvini við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331.
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 474 næmingar, av hesum eru 35 í forskúlanum og um 65 starvsfólk.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Líknandi størv

14. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið