Lýsing
Vit leita eftir einum dugnaligum stýrimanni til Bakkabrúgv – ein av okkara 9 tænastubátum. Bakkabrúgv er ein tvíkilja frá 2020, sum er umbygd til nótavask. Báturin er útgjørdur við tveimum ROV-nótavaskarum, sum manningin skiftist um at koyra frá tveimum stýrisstólum á brúnni.
Bakkabrúgv er 138 BT og hevur eina framtøkumegi upp á 602 kW.
Tín vangamynd
Vit ímynda okkum, at tú hevur góð samstarvsevni og trívist bæði við sjálvstøðugum arbeiði og arbeiði í toymi. Tú ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssamur/som og hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Arbeiðið krevur tolni og áhuga fyri at læra nýtt, serliga í sambandi við at arbeiða við ROV-nótavaskarum. Upplæring verður givin umborð av royndari manning, sum kennir arbeiðið væl.
Førleikar
- Vinnubræv sum stýrimaður (II/3,5 ella hægri)
- Heilsubók
- Trygdarskeið
Løn og setanartreytir
Arbeitt verður í tørnskipan 1:1 og útmynstringartíðarskeiðið verður 2 vikur. Løn og setanartreytir eru sambært galdandi felags sáttmála millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og FSN.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Sverra Kjærbæk, rakstrarstjóra (tlf. 235050, teldupostur svkj@bakkafrost.com), ella til Jonni D. Hansen, Crew Manager (tlf. 235616, teldupostur jodh@bakkafrost.com).
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðast í lýsingini.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er mánadagin 26. januar 2026. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Um Bakkafrost
Bakkafrost samtakið er størsta alifyritøka í Føroyum og næststørsta alifyritøka í Skotlandi.
Dóttirfelagið Bakkafrost FSV hevur 9 tænastuskip. 8 arbeiða kring Føroyar og eitt í Skotlandi, og tilsamans starvast 114 sjófólk hjá felagnum.