Havstovan
Útgivið
16. februar 2025
Útgongur
2. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Fjølbroytt og spennandi starv sum stýrimaður er leyst at søkja umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra.

Jákup Sverri ger ymsar rannsóknartúrar gjøgnum árið eftir fastlagdari árligari sigliætlan. Túralongdin er vanliga úr einari upp í tríggjar vikur.

Umborð samstarvar tú við starvsfólk frá Havstovuni, sum í tøttum samstarvi við manningina gera ymsar kanningar. Hetta samstarv skal tryggja, at endamálið við hvørjum túri sær verður rokkið.

Ert tú forvitin og áhugaður í gransking, havumhvørvi og fiskiskapi, er starvið umborð á Jákup Sverra tað rætta til tín.

Arbeiðsøkið

  • Saman við skiparanum hevur tú ábyrgd av skipinum.
  • Umborð hevur tú ábyrgdin av, saman við skiparanum, at allar viðkomandi skipanir verða fylgdar. Hesar eru m.a. ISM- og ISPS-skipaninar, góðskuskipan, reinføri o.l.
  • Tú skalt seta teg inn í viðkomandi lógir og reglur, ið Havstovan og skipið arbeiða eftir.
  • Tú skalt arbeiða í tøttum samstarvi við skiparan og ”túrleiðaran” fyri hvønn túr.

Setanartreytir
Tú hevur vinnubræv til handilsskip við átekning STCW Reg. II/2.3 as Chief Mate.

Tú hevur galdandi prógv fyri eitt nú heilsuváttan fyri sjófólk, trygdarskeið, eldsløkking, sjúkraviðgerð og onnur viðkomandi skeið.

Stórur dentur verður lagdur á góð samstarvsevni, umframt evni og hegni at samskifta og fyriskipa.

Umsøkjarar, sum hava roynt við trolara undir Føroyum, hava fyrimun.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Skipara- og Navigatør­felag og Fíggjarmála­ráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 3. mars 2025 kl. 12. Umsóknin skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Hans Edmund Olsen, skipara, tlf. 27 53 09 ella Jónathan David Gaardlykke, skipara, tlf. 58 36 33.

Um Jákup Sverra: Skipið, sum er bygt av MEST í 2020, er eitt tað hentasta amboðið hjá Havstovuni í sínum arbeiði at granska havumhvørvið og havtilfeingið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál.

Jákup Sverri ger kanningar av havfrøði, æti, yngli, fiski o.ø. við ymsum reiðskapum og tólum. Havfrøðiligar kanningar fevna m.a. um at seta út streymmátarar, kortlegging av havbotninum, botnkanningar og seismikk. Fiskifrøðiligar kanningar verða gjørdar við botn- og uppsjóvartroli. Veiðan verður nágreiniliga kannað, og er partur av grundarlagnum undir stovnsmetingum av fiskastovnum.

Sigliætlan verður løgd fyri 1 ár ísenn. Manningin, sum telur 16 fólk, fær við ársbyrjan yvirlit yvir dagar umborð og frítíð í landi.

Meira kunning um skipið sæst á www.hav.fo/um-havstovuna/jakup-sverri/ 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið