Lýsing
Føroyska flogfelagið FarCargo fer nú undir nýskapandi farmaflúgving úr Vágum til USA, og vit hava tørv á stýrimonnum (m/k) til okkara Boeing 757-200 flogfar at byrja skjótast til ber.
Tín vangamynd
Tú ert professionell/ur, ábyrgdarfull/ur og hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar. Tú hevur góð samstarvsevni, ert broytilig/ur og arbeiðir væl undir trýsti.
Tínar uppgávur
Saman við einum professionellum flogtoymi verður kjarnuuppgávan at flyta farm við okkara Boeing 757-200 úr Føroyum til USA og umvegis Evropa á veg aftur heim til Føroya. Við trygdini í hásæti, høgum tænastustøði og góðum stundvísi, verður tú við til at tryggja nøgdsemi hjá okkara viðskiftafólki.
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt spennandi starv í eini slóðbrótandi fyritøku. Vit vilja menna føroyska flogfarmavinnu til frama fyri okkara laksaútflutning, umframt at geva farmafeløgum og innflytarum møguleika at flyta sínar vørur loftvegis til Føroya.
Umsøkjari til starvið skal hava:
Royndir á Multi Engine Jet, antin ATPL(A) ella MPL(A), IR(A)ME, General Flight Radiotelephone Operator Certificate (GEN) og ICAO Language Proficiency við minst level 4 í enskum. Eisini krevst ein rein revsiváttan.
Typugóðkenning til Boeing 757 eins og royndir við flúgving til og úr Føroyum ein fyrimunur, tó ikki ein treyt. Áðrenn typuumskúlingina til Boeing 757 skulu útvaldir umsøkjarar standa eina upptøkuroynd umframt eina lógarkravda Psychological Assessment test.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Arbeitt verður í vaktarskipan, har manningar flúgva eftir galdandi altjóða treytum um flogtíð og hvílitíð. FarCargo bjóðar útvaldum umsøkjara fast starv, treytað av at viðkomandi hevur staðið allar lógarkravdar royndir og stendur typuumskúlingina til Boeing 757.
Meira at vita
Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við Birgir Nielsen, stjóra, á tel 514499, ella við t-brævi til farcargo@farcargo.fo
Umsókn
Søk starvið umvegis leinkjuna niðanfyri. Allar umsóknir verða viðgjørdar í størsta trúnaði.
UmsóknarfreistUmsóknarfreistin er 14. mars 2024.
Um FarCargo
FarCargo varð sett á stovn í 2021. Høvuðspartaeigari er Bakkafrost, umframt at Sp/f 25.05.2021 er partaeigari. Stjórar í felagnum eru Birgir Nielsen og Hanus Jacobsen, nevndarformaður er Regin Jacobsen. Leiðandi flogskiparar eru Hans Meinhard á Høgabóli og Heðin Krett, og leiðandi teknikari er Andrew Djurhuus. Ábyrgdina fyri flogloyvum, flogoperatión v.m. hevur West Atlantic í Svøríki, sum FarCargo hevur samstarvsavtalu við.