Suðuroyar Barnaverndartænasta
Útgivið
21. november 2022
Útgongur
31. december 2022
Staður
800 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
et@sumba.fo

Lýsing

Søkt verður eftir leiðara til Suðuroyar Barnaverndartænastu. Talan er um fulltíðarstarv, frá 01. Mars 2023

Um Suðuroyar Barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast 7 starvsfólk í umsitingini, harav leiðarin, 3 málsviðgerar/sosialráðgevar, skrivari, stuðul/ráðgevi og sálarfrøðingur.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

Førleikakrøv:

  • Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava miðallanga útbúgving, sum hevur týdning í mun til barnaverndarøkið.
  • Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fleksibul og hava góð samstarvsevnir.
  • Viðkomandi, ið settur verður, skal vera framsíggin, ábyrgdarfullur, miðvísur og kunna arbeiða sjálvstøðugt.
  • Royndir innan leiðslu ella sum samskipari kann verða ein fyrimunur.
  • Royndir innan málsviðgerð í almennari umsiting kann verða ein fyrimunur.
  • Kunnleiki til fíggjarstýring kann verða ein fyrimunur.

 

Starvið:
Starvið sum leiðari av Suðuroyar Barnaverndartænastu umfatar leiðsluna og ovastu ábyrgdina av øllum barnaverndarmálum, dagligu leiðsluna av starvsfólkunum, sum starvast í tænastuni, tvørfakligt samstarv við skúlar, barnaansingarøkið og aðrar almennar stovnar. Harumframt hevur leiðarin ovastu fíggjarligu ábyrgdina.
Leiðarin er harumframt skrivari í stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu.

Setanarviðurskifti:
Starvið verður sett og lønt sambært Starvsfelagið, BLF ella AKF.

Umsóknir:
Umsóknir við prógvum, viðmælum og revsiváttan skulu sendast til formannin fyri Stýrið fyri

Suðuroyar Barnaverndartænastu:

Eyðbjørn Thomsen
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Postboks 104
800 Tvøroyri
Mrk: Leiðari til Suðuroyar Barnaverndartænastu

Ella til et@sumba.fo

Umsóknarfreistin er 31. Desembur 2022 kl. 13.00.

 

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðbjørn Thomsen, formaður í Stýrinum fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu, á telefon 570330.
Um ov fáir umsøkjarar eru til starvið, loyvir stýrið fyri Suðuroyar Barnaverndartænastu sær at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið