Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
5. februar 2026
Útgongur
26. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Suðuroyar Sjúkrahús bjóðar útbúgvingarstarv innan anæstesi til sjúkrarøktarfrøðing við tí fyri eyga at starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir lokna útbúgving.

Útbúgvingin til anæstesisjúkrarøktarfrøðing er ein serútbúgving, ið tekur 2 ár, og er bæði ein teoretisk og praktisk útbúgving. Útbúgvingin er í samstarvi við Esbjerg Sygehus, soleiðis at praktiski parturin verður á Esbjerg Sygehus, meðan teoretiski parturin er í Regionsyd í Danmark. Byrjað verður 01.09.26 og útbúgvingin endar 31.08.28.

Útbúgvingin er løgd til rættis sum fulltíðarstarv. Kliniski parturin av serútbúgvingini er á anæstesideildini á Esbjerg Sygehus.

Um anæstesideildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi doyva vit sjúklingar til skurðviðgerðir innan fleiri sergreinar, t.d. ortopædi, urologi, plastikkirurgi og almen kirurgi. Anæstesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anæstesilækna. Tilsamans eru umleið 400 doyvingar árliga.

Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, frá planløgdum til akuttar skurðviðgerðir, traumamóttøku, hjartastopp, sjúklingatransportar o.a. Harafturat er innihaldið í arbeiðsuppgávuni eitt samspæl millum sjúkling og teg, serliga tá hugsað verður um samskifti, har tín servitan og praktiskar førleikar koma í spæl.

Arbeiðið er sjálvstøðugt, samstundis sum arbeiðið í toyminum á skurðstovuni og í øðrum akuttum arbeiði er sera týdningarmikið við fokus á samskifti og samstarv.

Aðrar uppgávur hjá anæstesisjúkrarøktarfrøðinginum eru t.d. at vera til staðar við viðrakning, at leggja PVK, hjálpa við øðrum uppgávum og vera partur av akutta medisinska toyminum á songjadeildini og at vera partur av trauma- og hjartastopptoyminum. Bráðfeingis sjúklingaflutningur millum sjúkrahús er partur av arbeiðsuppgávunum hjá anæstesisjúkrarøktarfrøðinginum.

Um anæstesideildina í Esbjerg
Anæstesideildin er ein partur av Afdeling for Operation og Anæstesiologi. Í Esbjerg doyva tey innan hesar sergreinar: ortopædi, parenkymkirurgi, mammakirurgi, plastikkirurgi, urologi, bariatri, kæbekirurgi, robotkirurgi, oyra-,næsa- og hálskirurgi, gynækologi og obstetrik umframt ECT-viðgerðir.

Harumframt er anæstesisjúkrarøktarfrøðingurin ein partur av traumamótøku, hjartastopp, sjúkraflutningi millum sjúkrahús, DC-konverteringum og øðrum akuttum arbeiði.

Vit vænta at tú

  • Vísir áhuga og tekur ábyrgd fyri egnari læring
  • Ert motiverað/ur og hevur persónligar eginleikar at fullføra eina krevjandi útbúgving við evalueringum og førleikamátingum við læring í fokus
  • Ert sjálvstøðug/ur, engagerað/ur og hevur góð samstarvsevnir
  • Hevur eina jaliga og fleksibla tilgongd til avbjóðingar í einum broytiligum dagligdegi
  • hevur eina ajourførda vitan innan fysiologi og anatomi
  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti

Har umframt skalt tú hava

  • útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur á bachelorstigi
  • danska autorisatión
  • minst 2 ára viðkomandi royndir svarandi til fulla tíð frá akuttum/somatiskum deildum.

Útbúgvingin
Á útbúgvingini verður tú útbúgvin at handfara virkisøkið innan anæstesisjúkrarøkt. Í 2 ára tíðarskeiðnum eru 4 klinisk tíðarskeið við vegleiðing og supervisión, ið skulu standast. Arbeitt verður við 16 førleikakortum og regluligar útbúgvingar- og eftirmetingarsamrøður eru.

Esbjerg Sygehus bjóðar tær eitt vælskipað útbúgvingarskeið, soleiðis at tú mennist bæði ástøðiliga og í kliniskum arbeiði til at gerast anæstesisjúkrarøktarfrøðingur eftir tveimum árum.

Løn og setanartreytir
sambært sáttmála millum Dansk Sygeplejeråd og Regionernes Lønnings- og Takstnævn. Í útbúgvingartíðarskeiðnum stuðla vit undir við fíggjarliga partinum, tó skal roknast við eini eginfígging.

Nærri upplýsingar um útbúgving og starvið fáast við at venda sær til Agnete Vestergaard, deildarleiðara, tlf 34 33 00 ella teldupost agnete@ssh.fo.

Vit bjóða tær á vitjan á deildini har tú fært høvi at tosa við anæstesisjúkrarøktarfrøðingar og fáa meira vitan um útbúgvingina.

Umsókn við viðkomandi skjølum, skjalprógvi fyri arbeiðstíð og setanarbrot skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 26.02.2026.

Líknandi størv

KT support lærlingur til Storm   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026
5. februar 2026
Starvsfólk søkist - Morgunvakt   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026
Arbeiðsfólk til betongarbeiði   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið