Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
4. april 2023
Útgongur
30. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ynskir tú eitt arbeiði í summar, so taka vit fegin ímóti tær.

NBH hevur tørv á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum.

Vit bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðari upplæring og nógvum fakligum avbjóðingum, har tú fært brúkt tína útbúgving, royndir og førleikar. Tí eru góðir møguleikar fyri, at tú kanst menna teg bæði fakliga og persónliga.

Hevur tú ikki útbúgving, ella ert tú framvegis undir útbúgving, kann eitt summarfrítíðarstarv hjá okkum geva tær viðkomandi starvsroyndir, sum tú kanst brúka og vísa á seinni.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og vikuskiftum.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF/FMR og avvarðandi fakfeløg.

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Marnu E. Jensen, stjóri, á tel. 793401.

Søk starv við at senda teldupost til nbh@nbh.fo

Svar upp á umsókn
Tú fært svar, so skjótt vit hava viðgjørt tína umsókn. Einstøku umsóknirnar verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið