Lýsing
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og fjølbroytt summaravloysarastarv í kundatænastu, ferðavinnu og flogferðslu, og hevur tú hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til innskrivingartoymið (check-in) í okkara sølu- & kundatænastu á farstøðini á flogvøllinum.
Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru hornasteinur undir øllum tí, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.
Starvið
Talan er um summarstarv, har arbeitt verður í skiftandi vaktum. Arbeiðstíðin er vanliga millum klokkan 06 og 21 allar dagar í vikuni, men kann vera neyðugt við úrtíðararbeiði.
Sum partur av kundatænastuni hjá Atlantic Airways verður tað tín uppgáva at:
- Innskriva og boarda ferðafólk ísv. fráferðir hjá flogførum og tyrlum
- Hjálpa ferðandi við serligum tørvi ísv. fráferðir og komur hjá flogførunum
- Avgreiða fyrispurningar frá viðskiftafólkum
- Avgreiða fyrispurningar viðvíkjandi seinkaðum og skaddum viðføri
- Taka tær av ymiskum fyrifallandi uppgávum á deildini
Um teg
Vit leita eftir tær, sum:
- Hevur áhuga í kundatænastu, ferðavinnu og flogferðslu
- Ert smílandi og vinalig/-ur av lyndi
- Hevur góðar samskiftisførleikar á føroyskum, norðurlendskum og enskum
- Hevur góðar telduførleikar
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
- Trívist í umhvørvi, har tað ofta hendir nógv
Tað er eitt krav, at tú ert fylt/-ur 18 ár og at hava reina revsiváttan og standa vanligu trygdarskeiðini fyri flogvallir, herundir fimm ára bakgrundskanningina av lívsrensli (cv).
Arbeiðstíð og -staður
Talan er um tímalønt parttíðarstarv í skiftandi vaktum í tíðarskeiðnum frá umleið 1. mai til 31. august 2025. Gjørligt er at byrja seinni eftir avtalu, men skulu tey, ið sett verða, kunna koma til upplæring og skeið um vikuskiftið og/ella kvøld áðrenn starvsbyrjan. Tá talan er um frítíðaravloysarar, ber ikki til at fáa feriu í avloysaratíðarskeiðnum.
Starvsstaðurin er á flogvøllinum.
Umsókn
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú hug at søkja avloysarastarv í okkara sølu & kundatænastu, trýst á “Søk starvið”. Umsóknarfreistin er sunnudagin 16. mars 2025.
Vilt tú vita meira?
Vinaliga set teg í samband við Kristinu Fossaberg, leiðara fyri sølu & kundatænastuna, tel. 222 118, t-postur kristina@atlantic.fo, ella við Heidi Gullaksen, HR leiðara, tel. 213 702, t-postur heidig@atlantic.fo.