Lýsing
Summaravloysarar til Kundatænastuna hjá Atlantic Airways
Kundi tú hugsað tær eitt spennandi og fjølbroytt summaravloysarastarv í kundatænastu og ferðavinnu, og hevur tú hegni og vilja til at veita viðskiftafólki okkara fyrstafloks tænastu? So er tað møguliga tær, vit leita eftir til toymið í okkara Kundatænastu.
Atlantic Airways er ein dynamisk altjóða fyritøka, har kundatænasta og -røkt í heimsflokki eru ein hornasteinur undir øllum tí, vit gera. Hetta er ikki bara neyðugt, men altavgerandi fyri, at vit framhaldandi kunnu reka og menna okkara tjóðarflogfelag, har vit knýta Føroyar at umheiminum og gera Føroyar atkomuligar.