Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. februar 2024
Útgongur
7. marts 2024
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir summaravloysarum til Sjúkraflutningstænastuna í tíðarskeiðnum 01.05.2024 til 31.08.2024

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á Landssjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkini hjá Sjúkraflutningstænastuni fevna um Streymoy, Eysturoy, Vágar og Sandoy. Her starvast í løtuni umleið 40 fólk. Deildin hevur 20 bilar, íroknað 15 sjúkrabilar. Vaktsentralurin, ið hoyrir til deildina, er saman við sjúkrabilunum á hvørjum starvsøki mannaður alt samdøgrið.

Nú summarið stendur fyri durum hevur Sjúkraflutningstænastan tørv á at økja um talið av summaravloysarum í tænastuni.

Tann, ið settur verður sum avloysari, ið ikki er útbúgvin sum ambulansastarvsfólk fær eitt grundskeið/upplæring, áðrenn virkast kann sum hjálparfólk í sjúkrabilinum. Viðkommandi fær vegleiðing av einum viðgerða og hevur møguleikar fyri øðrum grundskeiðum, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar.

Sjúkraflutningstænastan krevur at øll starvsfólk skulu til eina praktiska roynd í lívbjargandi arbeiði eina ferð um árið, fyri at tryggja at tænastan veitir eitt dygdargott arbeiði.

Vit vænta, at tú:

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • hevur virðiliga framferð, bæði mótvegis sjúklingum, starvsfelagum og leiðslu
  • hevur góðar sosialar / menniskjaligar eginleikar
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett (stovnurin setur) í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti

Dentur verður lagdur á:

  • at tú ert fylt/ur 21 ár
  • minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann vera ein fyrimunur
  • koyrikort til persónbil í minst 3 ár
  • koyrikort til bólk C ella D kann vera ein fyrimunur
  • menniskjaligar eginleikar
  • megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • reina revsiváttan
  • hjálparprógv
  • góða heilsu og fysik
  • sjón ið gevur møguleika at taka vinnuligt koyrikort
  • dugir at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • telduførleika á brúkarastøði

Vit bjóða:

  • felags innleiðslu og upplæring á deildini
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum

Royndartíðin er 6 vikur.

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan. Samrøður og fysiska royndin verða í viku 11 í 2024.

Kunning um fysisku royndina verður givin samstundis sum bjóðað verður til samrøðu.

Upplæringin byrjar skjótast tilber.

Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upp lýsningar fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, tlf. 234605 ella t-post barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara, tlf. 234602 ella t-post gunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 07.03.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Kennir tú teg sjálvan aftur í samband við virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum hygg her.

Leinkja til fysisku royndina trýst her (lánt av Ambulance Syd).

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visión, missión og strategimál undir leinkinum "Um okkum".

Líknandi størv

10. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið