Útgivið
29. juni 2022
Útgongur
29. juli 2022
Staður
Glyvrar, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sum maskinfólk hjá Bakkafrost fært tú eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv á einum spennandi arbeiðsplássi í støðugari menning. Tú verður partur av eini fyritøku, ið hevur heimsins longstu virðisketu í laksavinnuni. Vit framleiða matvørur úr føroyskum laksi - tann sunnasti og besti, ið marknaðurin hevur at bjóða.

Arbeiðsøki
Talan er um arbeiði við framleiðslu útgerð.

Starvsstaðurin er á Glyvrum. Arbeitt verður í tveimum vaktum.

Tín vangamynd
Vit søkja eftir maskinfólki við viðkomandi tekniskari útbúgving sum t.d. smiður, elektrikari ella líknandi. Um tú ert lesandi undir viðkomandi útbúgving, ert tú vælkomin at søkja.

Sum persónur ert tú væl skipað/ur og virkisfús/ur. Tú hevur góð samstarvsevnir og megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum. Tú hevur ein positivan hugburð til uppgávurnar. Vit leggja stóran dent á gott samstarv, tí í gerandisdegnum kemur tú at samstarva við starvsfólk í ymiskum deildum.

Tað er týdningarmikið, at tú kennir teg aftur í virðisgrundarlagnum hjá Bakkafrost, sum er at vera ábyrgdarfull, vísa virðing og vera íðin, effektiv og framsøkin.

Vit bjóða
Tú verður partur av eini fyritøku, ið skapar virðir til føroyska samfelagið við at framleiða heimsins bestu matvøru úr lokalari rávøru. Vit gagnnýta allan fiskin og leggja stóran dent á burðardygd. Vit leggja dent á at hava eitt gott arbeiðsumhvørvi.

Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu. Starvið verður sett sum skjótast, og endar eftir avtalu.

Umsókn
Um hetta hevur tín áhuga og ynskir at søkja, ring til Hørður Mikkelsen, maskinformann, á tlf. 235016 ella skriva til homi@bakkafrost.com. Størvini verða sett sum skjótast, tá skikkaðar umsóknir eru komnar.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um Bakkafrost
Bakkafrost er størsta alifyritøka í Føroyum. Samtakið hevur fulla virðisketu frá fóðri, smolt- og laksaaling, kryvjing, liðugvøruframleiðslu til sølu. Framleiðslan av mjøli, lýsi og fóðri er á Havsbrún í Fuglafirði. Kryvjivirkini eru á Glyvrum og í Vági, meðan liðugvøruframleiðslan (VAP) er á Glyvrum. Alivirksemið hjá samtakinum er í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Sandoy og Suðuroy. Høvuðsskrivstova felagsins er á Glyvrum.

www.bakkafrost.com

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið