Landssjúkrahúsið
Útgivið
13. marts 2024
Útgongur
5. april 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Summarferiu avloysarar til Leiðbeining á Landssjúkrahúsið

Dugir tú at hava fleiri bóltar í luftini í senn og kortini varðveita yvirlitið?

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir summarferiu avloysarum til Leiðbeining í tíðarskeiðnum 13. mai til 31. august 2024.

Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, starvsfólk eru errin av at arbeiða her, og at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Landssjúkrahúsið er undir stórari menning nú H-bygningurin verður tikin í brúk, og kemur hetta at hava broytingar við sær innan fleiri øki. Leiðbeining er okkara andlit úteftir, og tað er tí ongantíð meiri týdningarmikið enn júst nú at seta starvsfólk, sum eru tænastusinnað og megna at virka fyri góðum samskifti og greiðari tænastu fyri borgara og starvsfólk. Leiðbeining er eitt fjølbroytt og spennandi starvstað, har uppgávurnar eru nógvar.

Arbeiðsuppgávur eru m.a.:

  • Avgreiða telefonsamskifti og umstillingar á Landssjúkrahúsinum
  • Leiðbeina ambulantar sjúklingar, vitjandi og annars øll, ið hava tørv fyri hjálp og vegleiðing
    Avgreiða innan- og uttanhýsis postin
  • Avgreiða skjøl og lyklar til íbúðir, ið verða útleigaðar
  • Arbeiða við THS (cosmic) telduskipanini

Vit vænta, at tú:

  • trívist við einum ferðmiklum gerandisdegi og dámar væl fjølbroyttar og skiftandi uppgávur
  • dugir at raðfesta arbeiðið og hevur góðan røkjuskap
  • hevur góð samstarvsevni, tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • er jalig/ur og sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • dugir at orða teg í skrift og talu
  • hevur góðan telduførleikar’
  • hevur reina revsiváttan
  • megnar at miðla vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar.

Vit kunnu bjóða:

  • eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • upplæring

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen deildarleiðara, tlf. 234605 barmi@ls.fo ella til Gunnar Hjelm, varaleiðara, telefon 234602, gunhj@ls.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 5. apríl 2024 kl. 12.00

Seternarsamrøður fara fram í viku 15

Upprunaprógv fyri útbúgving skula havast við til samrøðu.

Vinarliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni ”Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið