Sev
Útgivið
7. april 2026
Útgongur
3. maj 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir tveimum maskinmeistarum at ganga vakt á Vágsverkinum í summar.

El-skipanin í Suðuroy er serstøk og partur av royndarskipan, sum er serstøk í altjóða høpi.

Uppgávur
Sum vakthavandi maskinmeistari samskipar tú el-veitingina millum Vágsverkið, el-verkið í Botni, Vindmyllulundina í Porkeri umframt Sólorkulundina í Sumba og skipanina í Heiðunum, við battaríum og synkronkompensatori. Harumframt hevur tú um hendi umsjón við netinum og koblingarleiðslu fyri el-netið í Suðuroynni.

Arbeiðsstaðurin er Vágsverkið, har vaktin eisini heldur til.

Talan er um vaktararbeiði, sum bæði er í og uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Tey fýra el-verkini í Suðuroy eru:

  • Vágsverkið við fýra dieselmotorum
  • El-verkið í Botni, sum er eitt vatnorkuverk við tveimum turbinum
  • Vindorkulundin í Porkeri við 7 vindmyllum
  • Sólorkulundin í Sumba

Sev
Tú fært upplæring áðrenn tú byrjar at ganga vakt.

Løn
Lønin er sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið. Harafturat fær man eisini vaktargjald.

Umsóknin
Fleiri upplýsingar um starvið fáast frá John Eli Krosslá, verkmeistara, tlf. 229518 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluna, tlf. 218419.

Umsóknarfreistin er 3. mai 2026. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda við telduposti til: starv@sev.fo. Viðmerk: Maskinmeistari til el-verkini í Suðuroy.

Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið