Vesturvón
Útgivið
29. april 2025
Útgongur
13. maj 2025
Staður
Croatia
Starvsstaður

Lýsing

Summarið nærkast, og vit hava tørv á nógvum avloysarum, soleiðis at okkara dugnaligu starvsfólk kunnu halda frí og løða battaríini.

Okkum tørva sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og ófaklærd.

Vesturvón veitir nógvar ymiskar tænastur til heimabúgvandi borgarar og til húsfólk inni á Heiminum á Sýnini. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Okkara fremsta mál er at veita eina dygdargóða samskipaða heildartænastu.

Tænastan verður veitt í samráð við hin einstaka borgaran í mun til tørv, førleikar og sjálvsavgerðarrætt.

Førleikakrøv
Til størvini krevst útbúgving og/ella royndir svarandi til fakbólkarnar, ið lýst verður eftir.

Ert tú í fer við at taka eina heilsufakliga ella aðra viðkomandi útbúgving, frætta vit eisini fegin frá tær.

Til avloysarar sum sjúkrarøktarfrøðingur og heilsurøktara krevst, umframt útbúgving, eisini løggilding.

Allir avloysarar fáa góða upplæring frá dugnaligum starvsfeløgum, eins og eina spennandi, mennandi og gevandi tíð.

Lønar og setanartreytir
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálum millum KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Send eina umsókn beinanvegin, soleiðis at vit fáa práta nærri um førleikar, ynskir og møguleikar. Hevur tú serlig ynskir um starvsøki, er tú vælkomin at viðmerkja tað í umsóknina.

Vit viðgerða innkomnar umsóknir við jøvnum millumbili.

Far inn á heimasíðu okkara vesturvon@vesturvon.fo og søk beinleiðis har, ella send eina umsókn til okkara á vesturvon@vesturvon.fo og viðmerk: summarferiuavloysari

Er tú áhugað/ur og ynskir at vita meir, er tú vælkomin at ringja til okkara á tlf. 665700, mánadag til hósdag millum kl. 09.00 og 15.00

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið