Vága Floghavn
Útgivið
13. juni 2022
Útgongur
20. juni 2022
Staður
fae@fae.fo, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vága Floghavn søkir eftir trimum starvsfólkum til summararbeiði, at byrja skjótast til ber, og til miðjan august ella longri, eftir nærri avtalu.

Arbeiðsøkið er innan reingerð og annað í hesum sambandi.

Arbeiðsuppgávur:
Starvsfólkið kemur at verða partur av toyminum, sum hevur vasking/reingerð um hendi í øllum bygningunum á flogvøllinum. Arbeitt verður eftir eini vaskiskipan.

Arbeiðstíðir:
Arbeitt verður eftir eini vaktarskipan. Mesta arbeiðstíðin er uml. 8 tímar um dagin, sum liggur ímillum kl. 8:00 og 20:00 við møguleika fyri flextíð.

Arbeiðstíðir eru fyri tað mesta vanligar arbeiðsdagar, men umleið triðju hvørja viku verður arbeitt í vikuskiftinum eisini. Tá arbeitt verður í vikuskiftinum, fella frídagar vanligar gerandisdagar.

Setanartreytir:
Løn og setanartreytir sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag um tímalønt starvsfólk, her undir reglurnar um yvirtíð í vikuskiftunum v.m.

Serligar treytir:
Ein treyt fyri at arbeiða hjá Vága Floghavn er, at viðkomandi hevur reina revsiváttan.

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu vera Vága Floghavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. juni 2022, kl. 12.00.

Umsókn:
Umsókn, saman við viðmælum og við lýsing av møguligum royndum, skal sendast til:

Vága Floghavn
Flogvøllurin 6
380 Sørvágur
ella t-post: fae@fae.fo

Arbeiðsgevarin tilskilar sær rætt til at velja frítt millum umsøkjararnar.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at tosa við Rúna Emil Johansen, rakstrarleiðara ella Jákup Egholm Hansen, flogvallarleiðara, á telefon 354400 ella við at senda ein teldupost til fae@fae.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið