Lýsing
Angus er vælkenda búffmatstovan, har vit umframt lekkrar búffar eisini hava grillaðan høsnarunga, lamb, laks og ymiskar smárættir á matskránni.
Vit leita í løtuni eftir matáhugaðum starvsfólki, ið kann hjálpa okkum í køkinum í summar. Ert tú góðskutilvitin, skipað/ur og tænastusinnað/ur? So er tað kanska tær vit leita eftir.
Matstovan er væl vitjað, bæði gerandisdagar og í vikuskiftinum, og selja vit eisini nógv út úr húsinum. Tað er tí umráðandi, at tú dugur at arbeiða skipa og til tíðir undir trýsti. Stórur dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevni og at tú ert bevíst/ur um góðsku, reinføri og heilsufrøði.
Ynskir tú at gerast partur av toyminum í summar, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2311.
Um tú ynskir at frætta meira um starvið, kanst tú venda tær til Suyash Kanekar, á telefon 505850.