Sjóvar Kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir røskum og ágrýtnum arbeiðsfólki at byrja 8. mai - fyribils til 30. sep.
Tann, ið settur verður, kemur at arbeiða í toymi, sum hevur alt fyrifallandi arbeiði, tó mest fríðkan av økjum í kommununi.
Løn verður goldin eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá tekniska leiðaranum á tlf. 23 27 20.
Skrivlig umsókn skal vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 28. apríl, kl. 12:00
og sendast til:
Sjóvar kommuna
Skúlavegur 10
490 Strendur
ella: sjk@sjovarkommuna.fo
Send til vin