Vestmanna Kommuna
Útgivið
17. juni 2025
Útgongur
1. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Hevur tú hug at hjálpa grøna toyminum í Vestmanna kommunu í summar?

Vestmanna kommuna søkir eftir tímaløntum summaravloysara.

Arbeiðsuppgávurnar eru:

  • At lúka og røkja økir í kommununi saman við grøna toyminum
  • Hjálpa til við teimum grønu økjunum og gøtunum í kirkjugarðinum
  • Grassláing
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Um teg:
Sum persónur ert tú ágrýtin, forvitin og hevur hug at arbeiða úti. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugnaligur og vælskipaður persónur. Tú hevur lokið fólkaskúlan og ert minst 17 ár.

Ein fyrimunur er at hava koyrikort.

Fleiri upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Torbjørn Egholm, arbeiðsformann á telefon 770126.

Setanartreytir:
Talan er um eitt tíðaravmarkað starv at byrja skjótast gjørligt og fram til 29. august 2025.

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Umsóknin skal sendast til starv@vestmanna.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1. juli 2025.

Viðmerk: summaravloysari.

Líknandi størv

13. juni 2025
Summarstarv í Stanley við Streymin   Faroe Islands nýtt
12. juni 2025
11. juni 2025
5. juni 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið