Almannaverkið

Lýsing

Um størvini
Starvsstaðurin er í Streymoy, Eysturoy, Norðoyggjum, Sandoy ella í Vágunum. Arbeitt verður í flestu førum í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tíðarskeiðið er frá 01.06.2024 til 31.08.2024. Tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki ert tøk/-ur alt tíðarskeiðið.

Arbeiðsuppgávur
Eindin veitir umlætting og virknistænastur (frítíðartilboð, dagtilboð, klubbtilboð og virknis- og verkstaðstilboð). Tænastan verður veitt børnum, ungum, vaksnum og eldri við seinheilaskaða, fjølbreki, menningartarni og autismu.

Høvuðsuppgávan í umlættingini er at lætta um, so heimið fær ein skáa. Á verkstøðunum og frítíðartilboðunum er endamálið at vera við til at gera ein áhugaverdan dag, ið leggur upp til trivnað og menning.

Uppgávurnar fevna millum annað um at veita námsfrøðiligan stuðul, heilsufrøðiliga røkt og at skipa fyri stuttligum og spennandi aktivitetum. Frítiðartilboðini og verkstøðini hava stongt eitt tíðarskeið í summarferiuni, so til ber til at avloysa á tveimum støðum.

Á fleiri støðum arbeiða vit eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða bæði fyri at menna førleikar og halda verandi førleikar við líka.

Førleikar
Søkt verður fyrst og fremst eftir fólki við útbúgving ella lesandi í hesum fakbólkum:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar
  • Sosialráðgevar

Umsøkjarar við aðrari bakgrund eru eisini vælkomnir at søkja.

Væntanir
Vit vænta, at tú hevur eina jaliga menniskjafatan, og at tú fært fólkini at kenna seg vird, hoyrd og sædd. Tú ert tænastusinnað/-ur og vilt virka fyri, at tann einstaki verður settur í miðdepilin. Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit vænta okkum tolnar, fyrikomandi og hjálpsamar starvsfelagar, sum trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi.

Vit kunnu bjóða

  • Møguleikan at nema góðar og viðkomandi arbeiðsroyndir.
  • Eitt spennandi starv við fjølbroyttum uppgávum, við møguleika fyri fakligari og persónligari menning.
  • Góða upplæring.
  • Góðar arbeiðsumstøður og ein vælvirkandi starvsfólkabólk, har dentur verður lagdur á trivna og fakligheit.

Barnaváttan
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Almannaverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni í Trivnaðardeplinum.

Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið, Fysioterapeutfelag Føroya og Starvsfelagið.

Umsókn
Tú søkir starv við at trýsta á grøna knøttin "Søk starvið".

Freist
Send okkum tína umsókn skjótast gjørligt og í seinasta lagi 01.07.2024 kl. 23.00. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jóhannu Jancyardóttir, eindarleiðara, á tlf. 297989. Les meira um eindina Virknistænastur her.

 

Líknandi størv

19. april 2024
15. marts 2024
14. marts 2024
13. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið