Dúvugarðar
Útgivið
7. maj 2025
Útgongur
27. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Summarstarv, Tíðaravmarkað starv

Lýsing

Hevur tú hug at royna teg innan ferðavinnuna, við fjølbroyttum uppgávum og menning innan ferðavinnutilboð og kundatænastu, so hevur tú nú møguleikan at verða við til skapa livandi søgu í Saksun.

Um starvið
Talan er um eitt spennandi starv í Dúvugørðum, partvís í okkara útikafe og partvís í Dúvugarðssavninum við vitjandi úr øllum heiminum. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna millum annað um sølu av atgongummerkjum, fyrireiking og sølu av matvørum og gávulutum umframt vegleiðing til tey vitjandi. Saman við okkum fært tú møguleika at verða við til at menna víðkaða ferðavinnutilboðið í Dúvugørðum.

Vit hava opið hvønn dag frá 1. mai til 30. september kl. 10.00-16.00 undantikið á ólavsøku, umframt møgulig tiltøk uttan fyri vanliga arbeiðstíð. Starvið er tíðaravmarkað í tíðarskeiðnum 1. mai til 30. september 2025 og talan kann verða um skiftandi arbeiðstíðir. Starvsbyrjan er 1. mai 2025 ella skjótast til ber.

Um teg
Tú er væl skipað ella skipaður, fyrikomandi og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt. Tú hevur hug at læra og megnar eitt arbeiði, har uppgávurnar eru skiftandi og har tað til tíðir gongur skjótt fyri seg. Tú verður partur av okkara toymi og vit seta teg væl inn í arbeiðsuppgávurnar.

Setanartreytir
Tað er krav, at tú dugir væl enskt og helst eisini skilir og dugir at málbera teg á donskum/skandinaviskum. Tað er ein fyrimunur, um tú dugir at arbeiða innan matgerð. Neyðugt er, at tú hevur møguleika at ferðast sjálv/ur millum heim og arbeiðspláss, eftir sum ongin bussleið koyrir til Saksunar. Arbeiðstíðirnar verða avtalaðar nærri við tann ella tey, ið sett verða. Løn sambært avtalu.

Umsókn
Send okkum eina stutta umsókn skjótast til ber til booking@duvugardar.fo, har tú greiðir frá tínum starvsroyndum, arbeiðsførleikum og áhugamálum, um tú hevur koyrikort, og nær tú er tøk/ur at arbeiða.

Kunning
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Olgu Kruse, ferðavinnusamskipara í Dúvugørðum á tlf. 250500 ella booking@duvugardar.fo.

www.duvugardar.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið