Lýsing
Um størvini
Talan er um summarstarv ella avloysarastarv í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Starvsstaðurin er í Streymoy, Norðoyggjum ella Suðuroy. Vanligt avloysarastarv kann eisini vera í Eysturoy.
Arbeiðsuppgávur
Eindin veitir í høvuðsheitum tænastur til likamliga skerd vaksin, fólk við seinheilaskaða og demens. Talan er um sambýli, umlætting og dagtilboð og stuðul í heiminum.
Harumframt hevur eindin ábyrgd av trivnaðartænastum í Sandoynni og Suðuroy, t.e. sambýli, stuðul og dag- og umlættingartilboð á økjunum menningartarn, fjølbrek, likamligt brek, autisma og sosialpsykiatri.
Sí lýsing og søk starvið her