Lýsing
Hevur tú hug at seta tíni fingramerki á ymsar uppgávur innan infrakervi og bygging og royna teg á einum stórum tekniskum stovni við fjølbroyttum virkisøki, so hevur tú møguleikan nú. Landsverk sóknast eftir verkfrøðilesandi til summarstørv á sumri 2026.
Um starvið
Tú gerst partur av fleiri ymsum uppgávum, har vit leggja arbeiðið til rættis, so tú fær roynt og brúkt tínar førleikar. Tú fær innlit í, hvussu deildirnar virka, tá tú arbeiðir saman við ymsum starvsfólkum og tekur lut á fundum úti um landið og á skrivstovuni. Nógvar av uppgávunum kunnu loysast á høvuðsskrivstovuni í Havn, men tørvur er javnan á, at uppgávurnar verða loystar á staðnum, har arbeiðið gongur fyri seg.
Um teg
Tú er væl skipað ella skipaður og dugir væl at greina uppgávurnar. Tú hevur hug at læra og hug at vinna tær royndir innan ymisk starvsøki. Vit seta teg væl og virðiliga inn í arbeiðið og uppgávurnar, men vit vænta, at tú hevur hug og hegni til at arbeiða sjálvstøðugt.
Tað er eitt krav, at tú lesur verkfrøði - annaðhvørt bachelor ella kandidat. Summar uppgávur krevja koyrikort. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv 4-6 vikur í tíðarbilinum 15. juni til 31. august 2026 – við feriu í viku 30 og 31.
Setanartreytir
Tíðarskeiðið verður avtalað nærri við tey, ið sett verða. Størvini eru flokkað í 3. lønarflokki í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Um so er, at tú ert liðug/ur við tín bachelor verður tú løntur sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.
Umsóknir
Send okkum eina stutta umsókn, saman við lívsrensli, har tú greiðir frá tínum fakligu førleikum og áhugamálum, um tú hevur koyrikort, og nær tú er tøk/ur at arbeiða. Hetta gert tú her
Seinasta freist at søkja starvið er 26. apríl 2026.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ásu Ósá, HR-ráðgeva á tlf. 290 816 ella asos@lv.fo.