Landsverk
Útgivið
25. maj 2023
Útgongur
1. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at royna teoriirnar frá lesnaðinum í praksis og seta tíni fingramerki á ymsar uppgávur innan infrakervi og bygging, so hevur tú møguleikan nú. Landsverk sóknast eftir upp til fýra verkfrøðilesandi til summarstørv á summri 2023.

Um starvið
Tú gerst partur av fleiri ymsum uppgávum, har vit leggja arbeiðið til rættis, so tú fær roynt og brúkt tínar fakligu førleikar.

Talan kann eitt nú vera um undankanningar og projekteringar í sambandi við smærri verkætlanir innan orkuskifti, tunnilsarbeiði og tunnilseftirlit ella at tekna bygningar í Revit. Talan kann eisini vera um uppgávur innan skráseting, talgilding og analysu av dátum. Tað kann vera myndaskrásetan av verandi byggiverkætlanum, dátuskráseting í ArcGis av vegum, tunlum, vitum, skeltum og líknandi, ella framleiðsla av kunningartilfari um flytføri.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið