Lýsing
Sunda kommuna søkir eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum handverkara/arbeiðsfólki til ognareindina, at byrja í føstum starvi við fastari løn skjótast til ber.
Arbeiði
Tú kemur at hava umsjón við kommunalu bygningunum og at gera ymiskt fyrfallandi í øllum 11 bygdunum í Sunda kommunu. Arbeiðsuppgávurnar fevna um bæði stórar og smáar handverksligar uppgávur, so sum at skifta vindeygu, klædning, stoypa garðar og at halda ymiskt við líka.
Starvið er fjølbroytt og gevur høvi til persónliga og fakliga menning. Tú kemur at arbeiða sjálvstøðugt og í minni toymum. Hartil kemur sjálvandi ein fittur og fryntligur starvsfólkahópur.
Um teg
- Tú er handalig/-ur og ynskiligt er, at tú hevur royndir frá líknandi starvi
- Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Tú hevur koyrikort
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv, ið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya handverkarafelag ella Føroya arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bárð Davidsen, formanna á ognardeildini í Sunda Kommunu á tlf. 667230 ella bardur@sunda.fo.
Umsókn
Send okkum eina umsókn áðrenn 24. mai 2023. Umsóknir skulu sendast til: sunda@sunda.fo. Merkið umsóknina "handverkari/arbeiðsfólk".