SP/F Elding
Útgivið
17. september 2025
Útgongur
23. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv

Lýsing

Vit leita eftir einum ágrýtnum og tænastusinnaðum supportara til handil okkara í Elding við Hoyvíksvegin. Sum supportari verður tín høvuðsuppgáva at veita kundum okkara góða tænastu og vegleiðing, og at tryggja at teirra fyrispurningar og mál verða loyst á bestan hátt.

Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:

  • Umsita reklamatiónir og tryggja, at kundar fáa røttu hjálpina
  • Senda vørur víðari á verkstað og hava samskifti við verkstaðið
  • Veita kundum kunning og vegleiðing um teirra mál
  • Halda skil og rudding á økinum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur góðar samskiftisførleikar og dugir væl at tosa við kundar
  • Hevur gott yvirlit og ert ágrýtin
  • Dugar at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini sum partur av einum toymi
  • Royndir innan support ella kundatænastu eru ein fyrimunur, tó ikki eitt krav

Vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt starv í einari fyritøku í vøkstri innan handilsvinnuna. Tú fært møguleika at menna teg bæði fakliga og persónliga, og tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar og veita bestu tænastuna til okkara kundar.

Løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Metir tú teg hava røttu førleikarnar, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og prógvum til herman@elding.fo.

Umsóknarfreistin er 23/9

Starvið verður sett skjótast gjørligt!
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið