Elektron
Útgivið
23. november 2021
Útgongur
13. december 2021
Staður
Staravegur 9 · P.O. Box 3219 · FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú ógemeina tænastusinnað/ur? Hevur tú áhuga fyri KT? Megnar tú at hava nógvar bóltar í luftini í senn? So er tað kanska júst tær, vit hava brúk fyri í okkara Service Desk toymi.

Tú verður partur av Service Desk toyminum, ið skal veita 1st og 2nd level support til okkara kundar. Tú verður andlitið úteftir, og tí hevur tað stóran týdning, at tú tímir væl at arbeiða við kundatænastu, og at tú dugir væl at orða teg í skrift og talu. Starvið er fulla tíð, starvsbrøkurin er 37,4 tímar um vikuna.

 

Vit vænta av tær:

  1. At tú ert fryntlig/ur og fyrikomandi.
  2. At tú hevur gott hegni til KT.
  3. At tú megnar at halda høvdið kalt tá ið á stendur.
  4. At tú dugir væl at orða teg bæði í skrift og talu.

Tú hevur fyrimun, um tú ert IT-supportari ella hevur líknandi útbúgvning, men tað er ikki krav. Týdningarmest er at tú tímir at læra.

Tað er krav til starvið, at tú hevur reina revsiváttan.

 

Um Elektron

Á Elektron raðfesta vit trivnaðin høgt. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg fakliga og persónliga. Vit ynskja eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri sín eldhuga, ábyrgdarsemi og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, almennar stovnar og privatar fyritøkur. Umframt at menna skipanarloysnir, bjóða vit tænastur sum t.d. hýsing, net, KT-ráðgeving, menning, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast 60 fólk, og árliga sølan er umleið 80 mió.kr.

 

Umsókn

Send okkum teldupost við umsókn og lívrensli til hr@elektron.fo.

Vit ynskja at seta starvið skjótast til ber. Samrøður verða hildnar so hvørt, til rætti persónurin er funnin.

Spurningar um starvið kunnu beinast til Janu Jensen, t-post: jana@elektron.fo, tlf. 295125.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið