Lýsing
Ert tú verkfrøðingur ella byggifrøðingur? Leitar tú eftir einum starvi, sum kann geva tær fakligar avbjóðingar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur? So er hetta kanska rætta starvið til tín.
Um starvið
Vit leita eftir sýnsfólki til at sýna, meta um og virðismeta skaðar og bygningar. Harumframt fevna arbeiðsuppgávurnar um váðameting av arbeiðstøkum og verkætlanum, og at finna haldførar loysnir í samráði við kundar og umvælarar/veitarar.
Um teg
Sum sýnsfólk verður tú okkara umboð úti hjá kundum, veitarum og umvælarum. Tí er tað av stórum týdningi, at tú leggur dent á virðiligt samskifti, trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og setir teg væl inn í mannagongdir. Samstundis verður tín leiklutur myndaður av nógvum innanhýsis samskifti og samstarvi við aðrar fakbólkar á Trygd. Tað hevur tí týdning fyri starvið, at tú raðfestir gott samstarv við starvsfelagar.
Harumframt eru fortreytir fyri at trívast og eydnast í starvinum, at:
- Tú hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, og/ella ert útbúgvin verkfrøðingur ella byggifrøðingur
- Tú dugir at arbeiða við vanligum telduforritum, og skjótt kanst seta teg inn í nýggjar skipanir
- Tú skipar teg væl í tínum arbeiði og dugir væl at samskifta skrivliga og munnliga
- Tú ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá ið á stendur
Ein partur av starvinum er førleikamenning umvegis Forsikrings Akademiet í Danmark. Trygd rindar fyri førleikamenning og ferðing.
Vit bjóða
Í Trygd starvast 25 fólk, og sum sýnsfólk hjá okkum verður tú partur av einum góðum og dugnaligum arbeiðsplássi, sum leggur dent á fakligheit, trivnað og kundaídni. Arbeiðsumhvørvið er sum heild merkt av opinleika og hjálpsemi. Tónin millum starvsfelagar er lættur, og tíð verður sett av til sosial og faklig tiltøk saman.
Vit arbeiða miðvíst við at vera eitt burðardygt arbeiðspláss og leggja okkum eftir at seta dugnalig og fjølbroytt starvsfólk. Vit eru tilvitað um kynsbýtið á leiðslustigi og deildum og leggja dent á, at javnvág er millum arbeiðslív og frítíð.
Vit bjóða kappingarføra løn og góðar setanartreytir við møguleika fyri førleikamenning.
Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.
Umsókn
Um starvið hevur tín áhugað, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn við lívsrensli og avriti av prógvum.
Freistin at søkja starvið er mikudagin 26. februar 2025.
Søk starvið her.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jónas R. Castro, leiðara á Skaðadeildini, á tlf. 558115 ella til Starvsfólkadeildina á hr@bankin.fo.
Trygd er partur av Føroya Banka-samtakinum, og starvsstaðurin er á Oknarvegi í Havn. Yvir 200 starvsfólk eru í samtakinum. Les meira um Trygd her og fylg okkum á Facebook, Instagram og LinkedIn.