P/F Hotel Hafnia
Útgivið
5. februar 2026
Útgongur
1. marts 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv, Partíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Tann 1. juni letur nýggj spennandi matstova upp í hjartanum í Havn.

Tubbak er eitt nýtt og øðrvísi matstovukonsept, ið sameinir dygdargóðar grillrættir við nýmótans sushi, sum hevur íblástur úr Suðuramerika og Asia. Matupplivingin verður heilt serstøk – við skapandi deilirættum og kokkteylum, livandi tónleiki, spennandi tiltøkum og einari show‑bar í miðjuni.

Um starvið
Sum tænari á Tubbak verður tú partur av eini matstovu, har upplivingin er líka stórur partur av máltíðini, sum maturin sjálvur. Tú verður tann, sum tekur ímóti gestunum og setir dám á vitjanina. Tú ráðgevur, serverar og tryggjar, at øll økini í matstovuni eru innbjóðandi, so at gestirnir fáa eina minnisríka uppliving. Her arbeiðir tú mitt í einum kreativum umhvørvi, har rættir og kokkteyls verða borðreidd við estetikki, smakki og eyka stíli.

  • Dámar væl at samskifta við gestir, og veit, hvussu umráðandi góð tænastu er
  • Er væl skipað/ur og dugir at hava yvirlit, eisini undir trýsti
  • Ert 18 ár ella eldri, tí tú skalt borðreiða rúsdrekka
  • Royndir innan tænastu eru ein fyrimunur, men ikki eitt treyt

Vit bjóða tær

  • Eitt livandi arbeiðsumhvørvi, við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi og góðum møguleikum at læra og mennast
  • Upplæring í tænastu, mat- og drekkiskránna, og hvussu tú skapar góðar gestaupplivingar
  • Eina jaliga arbeiðsmentan við dugnaligum og eldhugaðum starvsfeløgum

Setanartreytir
Setanartreytir fylgja Gistingahús- og Matstovusáttmálanum.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja starvið er 1. mars 2026. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi. Starvsbyrjan er 18. maj 2026. Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkara matstovuleiðaran Regitze á rp@hafnia.fo.

Líknandi størv

KT support lærlingur til Storm   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið