Lýsing
Kundi tú hugsa tær eitt starv við útsýni yvir Atlantshavið? So hevur tú nú møguleikan at gerast partur av siglandi toyminum umborð á Norrönu, har vit leggja stóran dent á hugna, samanhald og at geva gestunum upplivingar.
Sum tænari og barrtænari hjá okkum, er góður møguleiki fyri at læra og mennast. Starvið fevnir um at tæna og ráðgeva gestunum í úrvalinum innan matstovu- og barrøkið við einum smíli. Eisini áliggur tænarum og barrtænarum at halda hesi øki rein og ruddilig. Vit taka væl ímóti tær og tryggja okkum, at tú er væl fyrireikað/ur til uppgávurnar.
Vit vænta, at tú
- Hevur lætt við at práta við fólk og møtir gestum og starvsfólkum við einum smíli
- Heldur, eins og vit, at góð tænasta ger allan munin
- Ert 18 ár, av tí at tú kemur at skeinkja
- Trygdin umborð hevur stóran týdning, og tí er tað týdningarmikið, at tú kanst orða teg væl á enskum
Starvsroyndir sum tænari ella barrtænari, er ein fyrimunur, men hetta er tó ikki ein treyt.
Starvssetan- og treytir
Størvini eru fyribils tíðaravmarkað frá mars 2025 til november 2025, men við møguleika fyri at leingja setanina.
Tú kemur at arbeiða skiftandi túrar tvs. bæði longri túrar á 4 vikur umborð, styttri túrar og vikuskiftistúrar. Tú siglir 1:1, sum merkir, at hevur tú verið 4 vikur umborð, so fært tú eisini løn tær 4 komandi vikurnar heima.
Trygdin er grundarsteinurin í øllum, sum vit gera, og tí bjóða vit eisini trygdarskeið umborð.
Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Freist at søkja
Umsóknarfreistin er 26. januar 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sølu- og tænastuleiðararnar, Vincent Jensen og Lasse K.B. Nielsen, umvegis ssm@norrona.fo
Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.