Gjáargarður
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
21. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Ófaklært

Lýsing

Gjáargarður leitar eftir fyrikomandi og arbeiðssomum tænarum at arbeiða í hugnaligu umstøðunum á Gjáargarði. Tú fert at verða partur av einum toymi, sum setur gestirnar í miðdepilin og skapar eina góða uppliving við góðari tænastu.

Arbeiðsuppgávur:

  • Taka ímóti gestum og syrgja fyri góðari tænastu
    Borðreiða og taka av borðum
    Halda skil á matarsalinum og tryggja reingerð
    Hjálpa til við fyrireikingum og rudda av eftir tiltøk
    Annað fyrifallandi arbeiði

Vit vænta, at tú:

  • Ert smílandi, fyrikomandi og tænastusinnað/ur
    Hevur arbeiðsroyndir innan tænastu ella er áhugað/ur at læra
    Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
    Ert fleksibul og tolir at tað er nógv at gera og ferð á.
    Dugir at samstarva og dámar at arbeiða í toymi
    Dugir føroyskt og/ella skilir danskt ella enskt

Vit bjóða:

  • Eitt hugnaligt og livandi arbeiðspláss.
    Arbeiðstíðin er seinnapart/kvøld í vikuskiftum.

Løn eftir avtalu.
Um tú hevur hug at verða partur av okkara toymi, ert tú vælkomin at senda umsókn til starv@gjaargardur.fo ella seta teg í samband við okkum á telefon tlf. 233170

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið