Lýsing
Ert tú okkara nýggi tænari ella barrvørður?
Ert tú tænastusinnað/ur, smílandi og trívist tú í einum arbeiðsumhvørvi, har ferðin er høg og gestirnir eru í miðdeplinum? So ert tú kanska tann, vit leita eftir!
Hilton Garden Inn søkir eftir tænarum og barrvørðum til Hallartún – bistro og barr.
Vit bjóða tær
Eitt spennandi og livandi starvspláss, har tú verður partur av einum dugnaligum og arbeiðssomum toymi. Tú verður við til at mynda eitt arbeiðspláss við altjóða standardum, har góður stemningur, felagsskapur og virðing er í hásæti. Vit leggja dent á góðan trivnað og gott samstarv ímillum starvsfólk.
Starvið fevnir m.a. um
- At borðreiða mat, vín og drinks
- At skapa eina hugnaliga uppliving fyri gestum
- At arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfólkatoyminum
- At arbeiða í skiftandi vaktum
Vit ynskja
- Ert 18+ ár
- Royndir sum tænari ella barrvørður er ein fyrimunur, men ikki krav
- Kanst veita eina framúr tænastu
- Ert fyrikomandi, smílandi og góðar samskiftisførleikar
- Dámar at arbeiða við fólki
- Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða undir trýsti
Dugir at arbeiða sjálvstøðug/ur og ert ábyrgdarfull/ur
Setanartreytir
Starvið verður sett beinanvegin.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi gistingarhússáttmála.
Umsókn
Viðmerk í evni teiginum, um tú søkir sum tænari ella barrvørður. Umsókn við lívsrensli (CV) og viðkomandi tilfar skal sendast til starv@hiltongardeninn.fo.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Hevur tú spurningar
So ert tú vælkomin at venda tær til Ragnar Fjallstein Dam á ragnar@hiltongardeninn.fo ella á tlf. +298 59 26 52.
Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands lat dyrnar upp í 2020 og er partur av heimsfevnandi Hilton-ketuni. Hotellið er fyrsta og einasta altjóða hotellið í Føroyum. Vit liggja í vøkru náttúruni í útjaðaranum í Tórshavn tætt við grøn økir og sjógv, og samstundis bert fáar minuttir frá miðbýnum. Hotellið hevur 130 nýmótans kømur, venjingarmiðstøð, vælveruøki og góðar ráðstevnu og fundarumstøður. Harumframt barr og matstovuna Hallartún, ið borðreiður við allarbestu føroysku rávørunum.