P/F PM-Pluss
Útgivið
12. juni 2024
Útgongur
14. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

PM Pluss sóknast eftir tænastuleiðarum, sum kunnu leiða og hava eftirlit við reingerðini í PM Pluss.

Uppgávan hjá tær er:

  • At vera ein sjónligur og fyrikomandi leiðari hjá reingerðarfólkunum
  • At hava eitt gott og regluligt samband við kundarnar
  • At gera eftirlit av reingerðini og fylgja upp eftirfylgjandi
  • At tryggja góðsku og lønsemi í reingerðini
  • At manna arbeiðsuppgávur hjá tínum kundum, tá sjúka og feria eru

Vit vænta, at:

  • Tú ert fyrikomandi og jalig/ur
  • Tær dámar leiðslu og samskifti við bæði starvsfólk og kundar
  • Tú motiverast av at veita eina góða tænastu
  • Tú dugir at samskifta á føroyskum og enskum, tí nógv av okkara starvsfólkum samskifta á enskum

Vit bjóða eitt áhugavert starv í eini vaksandi reingerðarfyritøku við nútímans amboðum og tólum, har góðska og burðardygd eru í hásæti. Í PM Pluss starvast 110 fólk og vit veita reingerðartænastur til yvir 100 kundar.

Starvið er í Tórshavn, arbeiðstíðin full tíð, men møguleiki er fyri niðursettari tíð, um ynski er til tess. Ein partur av starvinum er um kvøldið, tí ein stórur partur av reingerðini fer fram eftir kl.16. Tú fært telefon og møguleiki er fyri arbeiðsbili og matarskipan. Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir við reingerð ella líknandi tænastu, men tað er ikki ein treyt.

Løn er sambært avtalu. Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú senda eina umsókn á info@pmpluss.fo og vilt tú hoyra nærri, kanst tú seta teg í samband við Súsonnu Rasmussen á susannar@pmpluss.fo ella á tel: 774626. Umsóknarfreistin er 14. juli og starvsbyrjan er 1. september (møguleiki er eisini at byrja áðrenn)

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið