Hilton Garden Inn
Útgivið
27. maj 2026
Útgongur
15. juni 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Sum Tænastuleiðari fært tú fulla ábyrgd av bæði dagliga rakstrinum og strategisku menningini av tænastuvirkseminum hjá Hilton Garden Inn. Tú tryggjar høga góðsku í gestaupplivingini, góð fíggjarlig úrslit og eitt motiverað toymi.

Tænastudeildin á Hilton Garden Inn fevnur um morgunmatarmatstovu, miðmála, kvøldmatstovuna Hallartún, fundar- & veitsluvirksemi umframt vistveiting. Tænastuleiðarin hevur evstu ábyrgd og kann hava skikkaði fólk undir sær.

Tínar høvuðsuppgávur

  • Yvirskipað ábyrgd av fíggjarliga rakstrinum (at halda fíggjarætlan og røkka ítøkilig mál)
  • Leiðsla og menning av Tænastutoyminum við fokusi á úrslit og trivnað
  • Vaktarskipan
  • Tryggja høga góðsku í vørum og tænastum
  • Menning og íverksetan av F&B strategi og konseptum
  • Menna og viðlíkhalda arbeiðsgongdir og effektivisera raksturin
  • Setan, onboarding og støðug venjing av starvsfólkum
  • Skapa eina sterka mentan við fokus á at skapa úrslit og góðar upplivingar

Vit vænta, at tú

  • Hevur royndir frá líknandi leiðslustarvi innan hotell ella matstovu
  • Er sterk/-ur innan rakstur og fíggjarstýring
  • Hevur góðar leiðslueginleikar og dugir at motivera starvsfólk
  • Arbeiðir skipað og hevur eyga fyri smálutum
  • Hevur handilsliga fatan og dugir at menna virksemið
  • Trívist í einum umhvørvi við høgum tempo

Vit bjóða

  • Eitt týdningarmikið leiðslustarv við stórari ávirkan
  • Møguleika at seta tín dám á menningina av Tænastudeildini
  • Partur av einari altjóða hotellketu við sterkum standardum og menningarmøguleikum
  • Eitt professionelt og ambitiøst arbeiðsumhvørvi
  • Kappingarføra løn og starvstreytir
  • Góðar ágóðar

Setan
Vilt tú standa á odda fyri einum týðandi parti av hotellupplivingini og seta kósina fyri eina deild við stórum ætlanum? Vit leita eftir einum ágrýntum og dugnaligum Tænastuleiðara, sum fær yvirskipaðu ábyrgdina av rakstri, menning og úrslitum í allari okkara Tænastudeild.

Starvið verður sett eftir avtalu. Starvsstaðurin verður á hotellinum við Staravegin í Havn.

Løn og setanartreytir sambært avtalu.

Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avriti av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til starv@hiltongardeninn.fo skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. juni 2026.
Vit halda samrøður leypandi. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Vilt tú hava meira at vita?
Set teg so í samband við Rógva Mikkelsen, stjóra, á rogvi@hiltongardeninn.fo ella á tlf. 29 40 40.

Um okkum
Hilton Garden Inn Faroe Islands er altjóða hotellið í Føroyum. Vit leggja dent á góðar gestaupplivingar og framúr góða tænastu.
Hotellið er partur av heimsumfevnandi og navnframu Hilton-ketuni, ið hevur 283 mió. fólk í sínum kundanetverki og sum kann draga kundar til Føroya úr m.a. Asia og USA, har Hilton-ketan er serliga sterk.
Hotellið hevur 130 kømur, matstovuna Hallartún og góðar ráðstevnu- og fundarumstøður.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið