Almannaverkið
Útgivið
6. august 2025
Útgongur
21. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Vit søkja ein framskygdan og virkisfúsan tænastustjóra til ein av størstu almennu stovnunum í Føroyum.

Almannaverkið er í løtuni í eini tilgongd, har bygnaðurin verður broyttur. Endamálið er at skapa karmar fyri einum meira samanhangandi virksemi, sum loyvir tvørfakligum samstarvi at virka og vaksa. Vit seta fokus á bestu og mest framkomnu sosialu tænastuna. Arbeitt verður fyribyrgjandi, mennandi og endurmennandi, fyri at tryggja borgarum eitt gott lív á egnum beinum.

Vit søkja ein tænastustjóra, sum saman við dugnaligum starvsfelagum skal vera við til at seta í verk nýggja bygnaðin, og framtíðartryggja sosialu tænasturnar í Føroyum.

Um starvið
Talan er um fulltíðarstarv at seta 01.11.2025 ella eftir nærri avtalu. Starvsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum á Staravegi 18 í Havn. Starvsheitið er tænastustjóri.

Tænastustjórin vísir til stjóran. Stjórin, fyrisitingarstjórin og tænastustjórin mynda stjórn, sum er ovasta leiðsla í Almannaverkinum. Stjórn setir kósina fyri Almannaverkið og tryggjar at raðfest virksemi nær á mál.

Tú myndar tænastuøkið í Almannaverkinum og gongur á odda fyri at tryggja trivnað og menning við høvuðsendamálunum hjá Almannaverkinum í miðdeplinum. Tað er at veita bestu og mest framkomnu sosialu tænastur og at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív fyri tey fólk, ið hava tørv á okkara tænastum.

Um tænastuøkið
Virksemið er um alt landið og fevnir um allar sosialar tænastur og sosialar veitingar, sum Almannaverkið varðar av.

Økið verður umsitið sambært galdandi lóggávu m.a. almannalógini, sjúkradagpengalógini, almannapensiónslógini og lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.

Økið er skipað í átta eindir við hvør sínum eindarleiðara. Eindirnar eru Barnaverndarstovnar, Børn og ung, Vaksin, Virknistænastur vaksin, Bústaðir sosialpsykiatri, Bústaðir autisma, Bústaðir menningartarn og Bústaðir likamligt brek.

Arbeiðsuppgávur
Sum tænastustjóri hevur tú ábyrgd av øllum virkseminum innan tænastur og veitingar, og at hetta verður umsitið skynsamt fíggjarliga, starvsfólkaliga og fakliga.

Við sterkum leiðsluførleikum skalt tú leiða eindarleiðararnar og vera teirra fyrimynd. Tað er tín uppgáva at tryggja gott samstarv í eindarleiðslutoyminum og skapa karmar fyri, at eindarleiðararnir avrika væl og áhaldandi mennast og trívast. Tú skalt megna at umseta strategiskar raðfestingar til týðilig mál fyri tær eindir, tú hevur ábyrgd av.

Saman við eindarleiðarunum tryggjar tú, at eindarleiðararnir arbeiða sum eitt vælvirkandi toymi, við týðiligum leikluti og greiðum málum. Tú skal tryggja, at tænastuøkið aktivt gevur sítt íkast til tvørgangandi og strategiska arbeiðið í Almannaverkinum.

Á fakliga økinum skalt tú tryggja eitt høgt tænastustøðið, fakliga dygd, menning og tvørfakligt samstarv.

Førleikar
Umsøkjarar til starvið verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Vit vænta at tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni á kandidat- ella masterstøði,
  • hevur innlit og áhuga fyri Almannaverkinum og tí sosiala økinum í Føroyum,
  • hevur kunnleika til almenna fyrisiting og innlit i samfelagsviðurskiftini í Føroyum í breiðum høpi,
  • hevur viðkomandi leiðsluroyndir og góð evni at leiða,
  • hevur ein jaligan atburð og týðiligan leiðarasamleika,
  • megnar at standa trygt og týðiliga fram mitt í øllum avbjóðingunum,
  • megnar at raðfesta uppgávur og taka vælgrundaðar avgerðir, eisini undir trýsti,
  • hevur eina heildarfatan og strategiska hugsan og sær, at tað er ein samanhangur millum menniskju, fíggjarstýring, tøkniligar loysnir og lóggávu

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt gott arbeiðspláss við nógvum virkisfúsum og dugnaligum starvsfólkum,
  • eitt spennandi, avbjóðandi og fjølbroytt starv, við møguleika fyri bæði fakligari og persónligari menning í einum góðum arbeiðsumhvørvi.

Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á tænastuøkinum. Starvið er flokkað við eini løn svarandi til 37. lønarflokk í lønartalvu hjá Felag Tænastumanna Landsins og 15% í eftirlønargjaldi, tó uttan at vera tænastumannastarv.

Umsókn
Tú søkir við at trýsta her.

Freist
Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 21.08.2025 kl. 23.00.

Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hjørdis S. Mortensen, stjóra, á tlf. 297096 ella Innu Sigvardsen, HR leiðara, tlf. 297080.

Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

 

Almannaverkið strembar eftir at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum til Føroya fólk á øllum virkisøkjum stovnsins.

Almannaverkið umsitur fyri góðar 2,2 milliardir krónur á løgtingslógini fyri 2025, og til samans starvast meira enn 1200 fólk í Almannaverkinum.

Leiðslan í Almannaverkinum er skipað við almannastjóra, fíggjarstjóra, trivnaðarstjóra og viðskiftastjóra. Trivnaðardepilin umsitur allar trivnaðartænastur, og Viðskiftadepilin umsitur sosiala fyrisiting og útgjald av veitingum.

Almannaverkið virkar um allar Føroyar og veitir umleið 1000 trivnaðartænastur til fleiri enn 800 borgarar, ið fáa tænastur á bústøðum, verkstøðum, dag- og frítíðartilboðum, umlættingartilboðum, stuðulstilboðum og barnavernd í fleiri enn 88 bygningum kring alt landið. Umleið 18.000 hjálpartól eru lænt út at betra um lívið hjá borgarum og fleiri enn 950 borgarar fáa endur- og viðlíkahaldsvenjing fyri at vinna førleikan aftur. Hvørt ár gera vit 240.000 peningaflytingar og taka 16.300 avgerðir.

Endamálið hjá Almannaverkinum er at skapa tryggar lívsumstøður og eitt gott sjálvstøðugt lív. Hesum stremba starvsfólkini eftir at røkka við at gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Almannaverkið leggur dent á javnvirði, eldhuga, trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap í gerandisdegnum, og virðini skulu endurspeglast í øllum virki okkara.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið