Sernám
Útgivið
10. oktober 2024
Útgongur
3. november 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir einum taliráðgeva til smábarna- og fólkaskúlaøki í Sernámi.
Talan er um barsilsstarv fulla tíð at byrja 1. desember 2024 ella skjótast eftir tað. Møguleiki er eisini fyri niðursettari arbeiðstíð.

Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.

Høvuðsuppgávan í starvinum eru:
• At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til foreldur
• At kanna og viðgera børn við talitrupulleikum í og undir skúlaaldur
• At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
• At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum
• Samstarva tvørfakliga innanhýsis og uttanhýsis

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
• Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
• Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
• Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
• Dugir at skapa álit
• Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
• Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
• Dugir at orða seg í skrift og talu

Vit bjóða:
• Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
• Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
• Fakligt samstarv við taliráðgevarnar í Sernámi
• Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

Førleikakrøv:
Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.

Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.

Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 3. november 2024 og skulu sendast til:

Sernám
Bókbindaragøta 8
FO-100 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráð eving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn
umframt at tola broytingar í starvinum

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið