Lýsing
Søkt verður eftir einum taluráðgeva til farloyvissstarv fulla tíð at byrja 1. september 2024 ella skjótast eftir tað.
Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið.
Høvuðsuppgávan í starvinum eru:
- At veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk í skúlum og á dagstovnum og til foreldur
- At kanna og viðgera børn við talutrupulleikum í og undir skúlaaldur
- At skipa fyri fyribyrgjandi tiltøkum innan talu og málmenning
- At menna sernámsfrøðiliga virksemið í dagstovnum og skúlum
- Samstarva tvørfakliga innanhýsis og uttanhýsis
Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:
- Hevur førleika at arbeiða við sernámsfrøðiligum avbjóðingum
- Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og á dagstovnum
- Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
- Dugir at skapa álit
- Dugir at samstarva við skiftandi fakbólkar
- Hevur áhuga fyri avbjóðingum, er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
- Dugir at orða seg í skrift og talu
Vit bjóða:
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
- Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
- Fakligt samstarv við taluráðgevarnar í Sernámi
- Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi
Førleikakrøv:
Útbúgving sum audiologopedur, lærari ella námsfrøðingur við eftirútbúgving innan logopedi ella samsvarandi.
Setanartreytir til starvið:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til margreth@sernam.fo.
Tann, ið sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.
Umsóknarfreist:
Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 9. august 2024 og skulu sendast til:
Sernám
Bókbindaragøta 8
FO-100 Tórshavn
ella sum teldubræv til starv@sernam.fo
Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving, vegleiðing og stuðul, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva
menning.
Tann, sum settur verður, má verða sinnaður at luttaka virkin í at menna Sernám sum stovn, umframt at tola broytingar í starvinum.