P/F Magn
Útgivið
12. juli 2023
Útgongur
24. juli 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Magn søkir tangabilførara til miðstaðarøkið

Um starvið
Vit sóknast eftir einum røskum og fyrikomandi persóni at røkja uppgávur innan tangabilkoyring í høvuðsheitum miðstaðarøkinum, men eisini við uppgávum aðrastaðni.

Arbeiðið er soleiðis skipað, at hvør tangabilur røkir uppgávur í ávísum øki og annars samstarva fleiri tangabilar eisini um størri veitingar til skipaflotan. Fyri rætta persónin er talan um starv, har ein hevur eitt ávíst persónligt rásarúm til at leggja sær dagarnar og føstu uppgávurnar til rættis umframt annars at samstarva við starvsfelagar og søludeild um aðrar uppgávur og veitingar.

Uppgávur í stuttum

  • Veiting av gassolju til sethús og bygningar
  • Veiting av gassolju til skipaflotan.
  • Veiting av bensin og diesel til Magnstøðir

Vit bjóða
Eitt gott, avbjóðandi og ábyrgdarfult starv í eini fyritøku í menning. Her er vítt til veggja, og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at tú loysir tínar uppgávur væl.

Vit veita alla neyðuga upplæring og útbúgving.

Talan er um fulltíðarstarv við fastari løn umframt yvirtíð eftir vaktarskipan.

Vit vænta

  • At tú hevur stóra koyrikortið, „C“, við viðkomandi royndum
  • At tú ert tænastusinnað/ur og hevur góð evni at samskifta og samstarva
  • At tú hevur áræði, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • At tú eisini hevur møguleika og vilja at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð
  • At tú ert væl fyri kropsliga

Hevur tú spurningar, vinarliga vend tær til Brian Joensen, rakstrarstjóra, á tel. 237430 ella bj@magn.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. juli 2023, og vit ynskja at seta starvið skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Søk starvið: Starvslýsing (magn.fo)

Um Magn
Á Magn starvast um 155 starvsfólk, ið tryggja orku til føroyskar og útlendskar kundar. Magn hevur høvuðsskrivstovu á Viðarnesi í Tórshavn og deildarskrivstovur í Klaksvík og á Tvøroyri. Umframt 11 Magn-støðir kring landið hevur felagið tangabilar og teknisk starvsfólk, sum arbeiða um alt landið.

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið