Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir tannatstøðingi til fast starv 5 dagar um vikuna at byrja 3. februar 2025 ella skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar: Eitt nú at arbeiða í sterilisatiónini, frálæra og busting á skúlunum, umframt vanligt klinikkarbeiði. Arbeiðsstaðurin er í Tórsgøtu, men tað kann eisini vera neyðugt at arbeiða á einari av hinum klinikkunum eftir tørvi.
Vit leggja dent á góða upplæring á útvaldum økjum við starvsbyrjan.
Um Barnatannrøktina
Barna- og ungdómstannrøktin í Tórshavnar kommunu fevnir um umleið 6.000 børn og ung í aldrinum 0-18 ár.