Lýsing
Søkt verður eftir tannrøktara ella klinikkatstøðingi til fulla tíð. Starvið verður sett fyrst í 2025.
Vit eru eitt toymi á 3 fólk. Vit arbeiða við tannrætting hjá børnum, ungum og vaksnum.
Tannrøktaring ella klinikkatstøðingurin, kemur at arbeiða við øllum vanligum kliniskum arbeiðið.
Persónligir eginleikar
Vit vænta, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og at tú ert arbeiðssom/ur. Eisini leggja vit dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði.
Setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Halldis á Grønastøð, sertannlækna, á tlf: 660700 ella skriva til Halldis@boyli.fo
Umsókn
Umsókn við avrit av prógvi, lívsrensil (cv) o.ø. skal sendast til: halldis@boyli.fo. Umsóknarfreist er 30. desembur 2024.