Útgivið
17. september 2021
Útgongur
30. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tíðaravmarkað lærarastarv

Okkum tørvar ein lærara í tíðaravmarkað starv 22 undirvísingartímar um vikuna skúlaárið 2021-22 fram til 21. Juni 2022.

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndum lærugreinum: føroyskum, donskum, lívfrøði, kristni og heimkunnleika.

Í Skúlanum við Streymin leggja vit dent á:

  • læring, menning, trygd og trivnað
  • eitt mennandi samstarv millum heim og skúla
  • at kveikja áhugan hjá næmingunum fyri læring

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera skúlanum í hendi í seinasta lagi hósdagin 30. septembur 2021, kl.12:00.

Umsóknin verður stílað til: svs@svs.fo

Nærri kunning um starvið, kann fáast við at ringja til:
Jens Pauli G. Nolsøe, skúlastjóra, á tel. 223 260.

Í Skúlanum við Streymin eru 221 næmingar í 1. – 10. flokki umframt serskúlatilboð. Umleið 40 starvsfólk arbeiða á skúlanum. Meiri kunning á www.svs.fo

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið