Maria Poulsen HVS
Útgivið
26. juni 2025
Útgongur
12. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Til hitatænastu okkara leita vit eftir teknikara til eftirlit og viðlíkahald av hitapumpum.

Starvi inniber eftirlit og tryggja at hitapumpu skipanir koyra.

Teknikarin verður partur av einum sterkum toymi við nógvum royndum og vitan, so teknikarin hevur altíð onkran at ”sparra” við. teknikaranum møguleika at fáa serkunnleika til hitapumpur um ynski er um tað.

Maria Poulsen hevur veitt hitakeldur til føroyska marknaðin síðan 1848 og hava vit fylgt menningin øll árðini. Í dag, 2025 bjóða vit heildarveitingar av hitapumpu loysnum til privat og vinnu.

Tað er tydningarmiki at vit, Maria Poulsen miðvíst menna okkum innan øki, hetta verður gjørt við royndum og tøttum samstarvi við framleiðarar.

Vit síggja fyri okkum, at rætti umsøkjarin skilir týdningin av góðum handverki og tænastu, megnar at arbeiða sjálvstøðugt.

Vit vóna at fáa enn ein dugnaligan og nærlagdan handverkara, sum við ídni fer til verka.

Okkara hitatænasta er meir enn bara tænastur til sjálva hitapumpuna – vit vilja tryggja, at húsini eru heit hvønn dag, alt árið.

Vit servicera hitapumpur av merkinum CTC sum vit hava umboða í meir 70ár.

Tað eru 5 dugnalig starvsfólk knýtt at hesi skipan.

Tann rætti teknikarin fær eina løn og setanartreytir, sum svara til førleikarnar.

Um tú vilt vita meira, so ert tú vælkomin at ringja til Kjartan á Dul á tlf 71 20 00 fyri at hoyra nærri um starvið.

Starvið verður sett, so skjótt sum tann rætti umsøkjarin er funnin, og vit taka eisini atlit til ynski hjá umsøkjaranum um byrjanardag.

Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir kunnu sendast til kd@mp.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið