Lýsing
Teknikari til hvítvøruverkstaðið hjá Elding
Vit sóknast eftir einum dugnaligum teknikara til hvítvøruverkstaðið í Tórshavn. Talan er um fulltíðarstarv.
Tín profilur
El-tekniska bakgrund, við útbúgving so sum elektrikari, el-installatør, maskinsmiðjur ella líknandi
Roynir innan líknandi øki
Góð samstarvs- og samskiftisevnir
Sær tekniskar trupulleikar sum eina avbjóðing, sum kann loysast
Rímuliga góðan telduførleika
Er ábyrgdarfullur, málrættaður og dugir væl at gera uppfylgjandi arbeiði
Vit bjóða
Góða upplæring uttanlanda frá okkara veitarum, so sum Miele, har góður møguleiki er fyri áhaldandi tøkniligari menning.
Ynskir tú at vita meira, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mads Andreas Winther, stjóra, á tlf. 529000, ella við at senda teldupost til maw@elding.fo
Umsókn saman við avritum, prógvum, viðmælum o.ø. skulu sendast við telduposti til maw@elding.fo.
Starvið verður sett sjótast gjørligt. Løn sambært avtalu.
Hvørji eru vit?
Elding er størsti elektronikk- og hvítvøruhandil í Føroyum, við handlum í Havn og Klaksvík, umframt nethandilin Elding Online. Eisini hevur Elding eina vinnudeild, eitt teldu- og sjónvarpsverkstað og eitt hvítvøruverkstað.