Útgivið
1. marts 2022
Útgongur
20. marts 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Teknikari til Radiodeildina

Vilt tú vera við til at útbyggja og reka radioútbúnaðin hjá Føroya Tele-samtakinum runt alt landið? So er tað kanska tær, vit leita eftir, til fjølbroytt og spennandi starv sum teknikari á Radiodeildini hjá NET.

Á Radiodeildini starvast verkfrøðingar, teknikarar og ein smiður. Sjey starvsfólk mynda deildina, og uppgávurnar fevna í høvuðsheitum um menning og rakstur innan øll ábyrgdarøki hjá Radiodeildini. Millum spennandi ábyrgdarøkini kunnu nevnast:

  • Fartelefonkervið (GSM, 3G, 4G og 5G)
  • Sendinetið hjá Televarpinum (DVB-T)
  • Radiosamband yvir mikrobylgjur
  • Útvarpssendinetið
  • Mastra- og antennuanlegg

Um starvið
Sum teknikari verður tú partur av vælvirkandi toymi og fært gerandisdag í spennandi umhvørvi, har ið avbjóðandi uppgávur eru bæði sjálvstøðugt og saman við dugnaligum starvsfeløgum. Deildin arbeiðir á tann hátt, at arbeiðsøki verða skipað av ábyrgdarpersónum, samstundis sum fleiri uppgávur verða loystar í samstarvi á deildini.

Aðrar stórar uppgávur, sum eitt nú útbygging av sendinetunum og fartelefonkervinum, verða skipaðar sum verkætlanir, ið fevna um styttri ella longri tíðarskeið. Arbeiðsøkið er um alt landið, men fastur arbeiðsstaður er í høvuðssætinum Klingruni í Hoyvík. 

Um teg
Vit vænta, at tú ert útbúgvin elektronikkteknikari, radioteknikari ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Vit ímynda okkum, at tú hevur góðan teldukunnleika, leggur dent á nærlagni, og at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi við onnur.

Harumframt er greiður fyrimunur, um tú ert væl fyri til at arbeiða í fjøllum og uppi í mastrum.

Lønarviðurskifti og freist at søkja
Freistin at søkja er sunnudagin 20. mars 2022, og starvið verður sett skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og løn er sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið.

Vilt tú vita meira?
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Petur Meinhard Jacobsen, deildarleiðara, á tel. 24 36 41 og t-post pmj@net.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á tel. 24 30 06.

Um NET
NET hevur til uppgávu at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum. Vit gera okkum ómak at framtíðartryggja eitt sterkt og nútíðarhóskandi kervi, sum kann bera vaksandi ferðslu, lúka nútímans trygdarkrøv og nøkta tørvin hjá einstaka kundanum.

56 starvsfólk starvast á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík og hevur virksemi kring alt landið. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt, tí vit vita, at tað eru góðu starvsfólk okkara, sum syrgja fyri, at øll eru bundin saman.

NET er partur av Føroya Tele-samtakinum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið