Útgivið
12. november 2021
Útgongur
26. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Teknikari til tøkniliga viðlíkahaldstoymið hjá Landsverki

Til okkara nýggja tøkniliga viðlíkahaldstoymi, søkja vit ein dugnaligan og álítandi teknikara at byrja skjótast til ber.

Nýggja viðlíkahaldstoymið verður mannað av einum formanni og einum teknikara. Toymið skal røkja  ymiskar viðlíkahaldsuppgávur, ið stovnurin hevur um hendi.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

  • viðlíkahald av tøkniligari ogn hjá stovninum, herundir veðurstøðum, ferðsluteljarum, ferðgáum og mongum øðrum
  • eftirlit við vitum og ráðgeving í hesum sambandi
  • aðrar fyrifallandi uppgávur hjá stovninum

Førleikakrøv
Tú hevur tøkniliga útbúgving, so sum elektrikari, montørur ella líknandi og hevur gott tekniskt innlit. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini hevur royndir við mekaniskum arbeiði, tó er tað ikki ein treyt. Hinvegin er tað eitt krav, at tú hevur vanliga koyrikortið.

Á Landsverki seta vit trygdina í hásæti. Tí er umráðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at arbeiðsuppgávunum.

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðssom/-samur, fakliga dugnalig/-ur og vælskipað/-ur.

Vit leggja stóran dent á góðar persónligar eginleikar, at tú ert fyrikomandi, arbeiðir sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum samstarvsevnum.

Setanarviðurskifti
Starvið er fastlønt fulltíðarstarv. Roknast kann við nakað av yvirtíðararbeiði. 

Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Fasti arbeiðsstaðurin er í Kollafirði, tó fevnir arbeiðsøkið um alt landið. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo, og vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. november 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Mortan Olsen, økisleiðara, tel. 290 887 ella umvegis teldupost: mool@lv.fo.

Landsverk byggir land
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi.

Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið