LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
15. november 2022
Útgongur
11. december 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Tekniska deild á Tænastudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum arbeiðssomum og vælskipaðum elektrikarum, har uppgávurnar krevja fakligan førleika og áhuga fyri økinum.

Talan er um eitt fast fulltíðarstarv og eitt avloysara starv. Avloysarastarvið er fulltíðarstarv, og er í tíðarskeiðnum 15.01.2023 til og við 31.10.2023.

Í fasta fulltíðarstarvinum er ein eisini er partur av vaktarskipanini á deildini. Í vaktarskipanini hevur tú tilkallivakt í eina viku, umleið 6. hvørja viku.

Størvini eru til setan 15.01.2023 ella eftir avtalu.

Um størvini
Arbeiðsøkið hjá Teknisku deild er at tryggja dagliga raksturin og viðlíkahaldið av øllum bygningum, bygningslutum og tekniskum innleggingum, íroknað tekniskari útgerð og aðrari útgerð á Landssjúkrahúsinum.

Landsjúkrahúsið brúkar skipanirnar: CTS, M-DOC og KNX.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Viðlíkahald og umvæling av tekniskari útgerð
  • El-innleggingar og umvælingar
  • Ymiskt fyrifallandi arbeiði, sum er partur av arbeiðsøkinum hjá Teknisku deild

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum elektrikari
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at tú

  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Ert álítandi, fyrikomandi og røkin
  • Tolir broytingar í arbeiðinum og at tað til tíðir er nógv at gera

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og upplæring
  • Ein fakligan mennandi gerandisdag, í einum fjølbroyttum og vinarligum arbeiðsumhvørvi

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Sæbjørn B. Nielsen, tekniskan leiðara, á tlf. 234539 ella t-post saebni@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 11.12.2022.

Vinaliga søk starvið her.

Á okkara heimasíðu, www.ls.fo, undir leinkinum “Um okkum”, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið