Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
30. august 2024
Útgongur
22. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit leita eftir einum tænastusinnaðum og fakliga sterkum starvsfelaga til at menna, viðlíkahalda og skipa starvsstovuvirksemi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Starvið
Talan er um eitt fulltíðarstarv í tvey ár við starvsbyrjan 1. november 2024 ella skjótast gjørligt hareftir. Løn- og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvsstaðurin er í Tórshavn á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Setrið er í rívandi menning, og tí hava vit tørv á einum fakliga sterkum tekniskum starvsfelaga. Talan er um eitt nýtt starv, ið skal stuðla okkara framtíðargranskingar- og undirvísingarvirksemi og tryggja, at tann hátøkniliga starvsstovuútgerðin er tøk og til ein og hvørja tíð klár at nýta. Vit vænta, at tú ert bæði fitt/ur í hondunum og væl fyri fakliga innan tøkni og náttúruvísindi.

Starvið fevnir m.a. um at:

  • Skipa virksemi á nýggju starvsstovuni innan verkfrøði, har arbeitt verður við tøkni innan hav, luft, elektronikk, aling og bygging.
  • Stuðla granskarum, undirvísarum og lesandi at gera royndir og savna dátur.
  • Hjálpa við at sniðgeva, menna og royna verkfrøðiligar prototypur og verkætlanir.
  • Viðlíkahalda og kalibrera starvsstovubúnað og amboð.
  • Finna og umvæla elektronisk og mekanisk brek.
  • Gera trygdarfyriskipanir og leiðreglur í starvsstovunum.
  • Hava ábyrgd av innkeypi, skráseting og dagføring av goymslunum av evnavørunum, amboðum og øðrum nýtslulutum.

Førleikakrøv
Vit vænta, at okkara nýggi starvsfelagi:

  • Hevur hægri útbúgving innan verkfrøði ella maskinfrøði, ella prógv sum maskinmeistari, framleiðslutøkningur, elektromekanikari, automatikteknikari ella líknandi útbúgving.
  • Er før/ur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva í toymum.
  • Tolir umskiftiligt arbeiði og er tænastusinnaður.
  • Skeið innan trygd, eldsløkking og arbeiðsumhvørvi er ein fyrimunur.

Starvið verður sett sambært Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Góður málkunnleiki í føroyskum, skandinaviskum og enskum er til fyrimunar.

Umsókn, freist og samband
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, lívsrensli (CV), ein stutt lýsing av yrkisáhugamálum (í mesta lagi 1 síðu) og sambandsupplýsingar til tvey viðmæli.

Umsókn, CV og viðkomandi skjalprógv skulu latast inn her í seinasta lagi 22. september 2024. Samrøður verða hildnar í september. Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til útbúgvingarleiðaran í verkfrøði, Bárð Joensen (bardurj@setur.fo, +298 293944), ella trygdarleiðaran, Sigurd Christiansen (sigurdc@setur.fo, +298 292564).

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum. Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og yvir 170 starvsfólk.

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og til forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttanseturs stuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusjón og at stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

3. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið