ARBEIÐS- OG BRUNAEFTIRLITIÐ
Útgivið
20. september 2022
Útgongur
3. oktober 2022
Staður
ndir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður

Lýsing

Arbeiðs- og brunaeftirlitið sóknast eftir einum tekniskum generalisti til eitt starv sum eftirlitsfólk.

Um starvið

Sum eftirlitsfólk á Arbeiðs- og brunaeftirlitinum ert tú bæði ein týðandi partur av innanhýsis serfrøðini og málsavgreiðsluni á stovninum, umframt at tú ert partur av eftirlitstoyminum, ið ger eftirlit innanfyri ábyrgdarøkini hjá stovninum – m.a. arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, eltrygd, tilbúgving og mát og vekt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru í stóran mun tengdar at, hvørja útbúgving og førleikar tann setti hevur. Í høvuðsheitum fevna uppgávurnar tó um:

  • at gera eftirlit á ymiskum økjum
  • at luttaka í tekniskari málsviðgerð
  • at luttaka í ymiskum kanningar- og greiningararbeiði
  • at luttaka í arbeiðinum at menna lógargrundarlag, vegleiðingar og kunning á virkisøkjunum hjá stovninum
  • at avgreiða og luttaka í øðrum neyðugum uppgávum á stovninum

Útbúgving, førleikakrøv og persónligir eginleikar
Tú skalt helst hava eina tekniska útbúgving sum verkfrøðingur (t.d. elverkfrøðingur ella maskinverkfrøðingur), maskinmeistari, elinnleggjari ella líknandi.

Fólk, sum hava aðra tekniska útbúgving sum t.d. elektrikari ella maskinistur, umframt viðkomandi arbeiðsroyndir, eru tó eisini vælkomin at søkja.

Tað er ikki ein treyt ella krav at tú hevur arbeiðsroyndir innanfyri málsøkini hjá stovninum, tí vit læra teg upp til ítøkiligu arbeiðsuppgávurnar. Nýútbúgvin eru eisini vælkomin at søkja.

Í starvinum er neyðugt at tú:

  • ert ágrýtin at seta teg inn í lóggávu, standardir og onnur fakøkir á stovninum á brúkarastøði
  • dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilliga/-n á norðurlendskum og enskum máli
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • dugir at arbeiða miðvíst
  • ert røkin
  • dugir at nýta vanliga KT
  • hevur koyrikort til persónbil

Vit vænta harumframt, at tú hevur eitt jaligt lyndi og kann gerast ein stuðlandi starvsfelagi hjá hinum starvsfólkunum á stovninum. Vit leggja stóran dent á, at tú eisini viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.

Lønar- og setanartreytir
Talan er um eitt fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er sunnudag hin 02. oktobur 2022. Setanarsamrøður verða væntandi í viku 40.

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Leiv Persson, stjóra, á telefon 23 64 40 ella við telduposti á lp@arb.fo

 

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvis- og vinnumálaráðnum og Fiskimálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, eltrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið