Útgivið
5. april 2022
Útgongur
2. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Tekniskur framleiðari til Norðurlandahúsið í Føroyum

Vit søkja eftir einum persóni við breiðum framleiðsluroyndum innan mentanartiltøk, og góðum førleika fyri skipaðari ráðlegging av tiltøkum.

Sum tekniskur framleiðari hevur tú ábyrgd fyri tøknuligu ráðleggingini og samskipanini av tiltøkum í Norðurlandahúsinum - hetta verið seg sjónleikir, konsertir, framsýningar, ráðstevnur v.m.

Tú skalt vera før/ur fyri at samskipa og fylgja framleiðslum á stovninum, í samstarv við verkætlanarleiðara og starvsfólkum innan tøkni.

Tú skalt hava holla vitan og royndir um hvat fyri tørvur er tengdur at ymiskum sløgum av tiltøkum, og á hvønn hátt tiltøkini verða væl framd.

Í tínum arbeiði skalt tú tryggja góða tøkniliga ráðlegging, samskipan, tilfeingisnýtslu og búskap. Hetta hevur m.a. við sær útvegan av tænastum og útgerð, viðlíkahald og vegleiðing í nýtslu av verandi útgerð.

Vit vænta, at tú hevur:

  • Breiðan tøkniligan førleika og fatan
  • Góðar framleiðsluroyndir innan ymisk mentanartiltøk, íroknað samskipan av starvsfólkatilfeingi
  • Góðan røkiskap og evnar at gera munadyggar mannagongdir fyri leiklistaliga framleiðslu
  • Góðan samstarvsførleika, t.e. førleika og hug til at samstarva við starvsfelagum, listafólkum og fyriskiparum
  • Góðan samskiftisførleika
  • Talgildan førleika

Tú ert tænastusinnað/ur og fleksibul.

Tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og eigur stóra ábyrgdarkenslu.

Tær dámar væl at arbeiða í toymi.

Tú tosar og skrivar eitt av teimum norðurlendsku málunum, umframt enskt.

Arbeiðstíðirnar eru skiftandi og roknast kann við kvøld- og vikuskiftisarbeiði eftir tørvi.

Vit kunnu bjóða tær eitt starv í einum spennandi og livandi arbeiðsumhvørvi, har eingin dagur er eins. Vit ynskja at vera ein stovnur í støðugari menning og meta vit, at felagsskapur og toymi hevur nógv at siga fyri at røkka okkara høvuðsmálum.

Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið, fakfelag og Norðurlendska Ráðharraráðnum. Setanartíðin er tíðaravmarkað til fýra ár, við møguleika fyri longdari starvstíð. Serlig viðbót er til persónar, sum verða settir úr øðrum londum enn Føroyum. Vit stremba eftir jøvnum kynsbýti.

Umsóknarfreistin er úti 02.05.2022. Umsókn og lívrensl skal sendast talgilt umvegis www.norden.org.

Vit ynskja, at tann sum verður sett/ur tekur við starvinum skjótast gjørligt.

Í umsóknini skalt tú greiða frá viðkomandi royndum og førleikum, og grundgeva fyri, hví tú søkir starv í Norðurlandahúsinum í Føroyum. Umsóknin kann skrivast á føroyskum ella einum norðurlendskum máli.

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú seta teg í samband við Gunn Hernes, stjóra, á gunn@nlh.fo ella ringja til móttøkuna á tlf. 351 351.

Norðurlandahúsið í Føroyum  (NLH)

Norðurlandahúsið í Føroyum (1983) er ein mentanarstovnur í Tórshavn. Tað verður rikið sum eitt norðurlendskt lista- og mentanarhús við fjølbroyttum virksemi. Norðurlandahúsið er eitt av teimum mest týdningarmiklu amboðunum hjá Norðurlendska Ráðharrastovninum til at fremja politisku raðfestingarnar fyri norðurlendska mentanarsamstarvinum. www.nlh.fo

Norðurlandahúsið er ein Green Key-góðkend fyritøka, og sum ráðstevnustað viðurkent við fimm stjørnum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið